Miðvingur er meistari

Miðvingar hava í dag vunnið kappingna millum 8-mannaførini á Vestanstevnu. Hetta var sætti sigurin hjá miðvingum í ár, og harvið hava teir vunnið allar róðrarnar. Sigurin var vunnin í stórum stíli. Miðvingur legði seg á odda beinanvegin, og á málinum var munurin aftur til kappingarneytarnar meiri enn tvær bátslongdir.

Harvið er Miðvingur FM vinnari í 2012.

Argjabáturin vann kappingina um næstfremsta plássið, og Kvívíkingur basti Gullbrandi í stríðnum um bronsuplássið.

 

1 Miðvingur 04:36.08

2 Argjabáturin 04:42.03

3 Kvívíkingur 04:42.22

4 Gullbrandur 04:46.03

 

Støðan

1 Miðvingur 42

2 Argjabáturin 35

3 Gullbrandur 30

4 Kvívíkingur 5

5 Heiðabáturin 4