FYRIREIKING
Formaðurin í Róðrarsambandinum hevur fyrr í summar sagt her í blaðnum, at tað næstan er vorðin ein eyka kapping, at fyrireikararnir av kappróðrunum eru so nærlagdir, tá teir gera klárt til kappingina, og tá tað verður kappast.
Teir í Vági stóðu avgjørt einki aftanfyri hinar, sum hava havt ábyrgdina av kappróðrunum. Undanfarin ár hava vit fleiri ferðir víst á óskikkin, sum tað hevur verið, at tað ikki hevur verið klárt at senda fyrstu bátarnar avstað klokkan trý. Tað hevur bitið seg í hælan soleiðis at skilja, at tað hevur drigið langt út, áðrenn 10?mannaførini hava róð.
At hesin óskikkurin nú er fullkomuliga burtur var týðuligt í Vági. Kanska restaðu klokkuni nøkur sekund í trý, tá 5?mannaførini við dreingjum vórðu send avstað, og klokkan var fimm minuttir í hálvgum fimm, tá Nólsoyingurin sum tað síðsta av teimum fimm 10?mannaførunum kom á mál.
? Alt gekk upp á stás. Onkra ferðina noyddust vit, sum vóru inni á málinum, at rópa á teir úti á málinum um at bíða eitt sindur, tí vit vóru ikki heilt klárir. Tað er ikki komið fyri ofta áður.
Tað sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, sum sjálvsagt er sera fegin um, at tað framgongdin á hesum økinum, sum er so týdningarmikið fyri áhugan hjá rógvarum og áskoðarum, hevur verið so stór tey seinastu árini.
? Sjálvandi er tað øðrvísi at hava ábyrgdina, tá tað verður róð á øllum trimum málunum, enn tað er, tá tað bara verður róð á 1000 metrum. Men higartil hava allar kappingarnar gingið sera væl, ikki minst tí fyrireikingarnar hava verið til UG, heldur Hannis Joensen.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Metið í Miðvági
Annan leygardag verður kappróður í Miðvági. Har verður bara róð á 1000 metrum ella kanska á eitt sindur styttri teini enn so. Róðrarøkið er frá grótkastinum og inn ímóti sandinum niðanfyri fótbóltsvøllin.
Tá tað fyri fýra árum síðani varð kappast á hesum teininum, vóru allar kappingarnar av, tá klokkan var seks minuttir yvir fýra. Tað ber ikki til at avgreiða róðrarnar skjótari enn so, og tað er heldur eingin orsøk til tað. Bæði róðrarfólkið og áskoðararnir á økinum og frammanfyri útvarpstólini skulu hava tíð til at sodna kappingarnar og úrslitini, og tað skal helst ikki verða soleiðis, at tað ikki verður tíð til at heiðra bátar, bygdir og býir við vinnarasangum.
Tað ber bara til at rógva kapp í Miðvági, tá tað er fløðandi sjógvur. Tí verður kappróðurin annan leygardag ikki klokkan 15, sum hann vanliga plagar at vera. Hannn verður eitt sindur seinni, men akkurát nær fyrsti starturin verður, fingu vit ikki at vita í gjár.