Miðvallari bjargaði brotssparki

Jan Rosenthal, sum spælir á miðvøllinum hjá týska felagnum Hannover, endaði sum málmaður í dystinum ímóti Wolfsburg um vikuskiftið. 10 minuttir vóru eftir at spæla, tá málmaðurin hjá Hannover varð vístur út, og eingin útskifting var eftir. Rosenthal fór í málið, og tað fyrsta , hann gjørdi, var at bjarga einum brotssparki frá Wolfsburg. Tá var støðan 2-1 til Wolfsburg, og tað gjørdist eisini úrslitið.