Miðvágur: Stevna fyri alla familjuna

Samkoman hjá hvítusunnurørsluni í Vágum ætlar ikki at lata hesa stóru kristnu høgtíðina fara aftur við borðinum uttan markering. Lagt er upp til eina víttfevnda skrá í bygdarskúlanum og bygdarhúsinum í bygdini hetta vikuskiftið.

Stevnan heldur fram nú kl. 14 verður eitt familjutiltak á skránni, her børnini og tey vaksnu fara á eina spennandi ferð, har mangt og hvat er á skránni. Aftaná verður farið við bussi til eitt Hoppiland, sum liggur nakað burturi frá skúlanum.

Barnamøtir

Leygarkvøldið verður aftur møti kl. 20, har Pauli Høj talar, samstundis sum onnur úr samkomuni Kelduni hava møti fyri børnunum.

Hvítusunnudag er møti kl. 11 við Tummasi Jacobsen og aftur kl. 18, har Einar Joensen talar. Við hetta seinna møti er aftur barnamøti, sum Evangeliihúsið í Havn og Betania úr Skopun skipa fyri. Dagurin endar við einum sangtiltaki kl. 21.

2. hvítusunnudag verður eisini nógv á skránni. Byrjað verður við møti kl. 11, har Dánjal á Dul talar og møti kl. 18, har Linda Petersen talar. Við hetta møtið hava fólk úr samkomunum Filadelfia og Saron barnamøtið.

Við øllum hesum tiltøkunum vóna og ynskja fyrireikararnir at hava eitt tiltak, sum vendir sær til alla familjuna.