Tað er sera stórur kappróðraspenningur í Miðvági, og tað er lætt at skilja:
8-mannafarið Miðvingur vann á vestanstevnu í Miðvági í 1965. Síðani hevur eingin kappróðrarbátur hjá miðvingum vunnið í heimasjógvi. Tað veit heimasíðani hjá Havnar Róðrarfelag, drekin.fo, at siga.
Søgan er áhugaverd, nú tað verður kappróður í Miðvági seinnapartin í dag.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur 6-mannafarið Riddarin úr Miðvági gjørt bart og vunnið á Sundabátinum, sum vann tríggjar tær fyrstu ferðirnar. Harvið er Riddarin favorittur undan róðrinum í Miðvági.
Tá ið 8-mannafarið Miðvingur vann í heimasjógvi í 1965, varð kappast á 1500 metrum. Í dag fara 6-mannaførini við monnum og allir hinir bátarnir at kapprógva á 1000 metrum.
Sambært drekin.fo hevur eingin kvinnubátur úr Miðvági vunnið kappróður í Miðvági síðani 1965. Tað er ikki greitt, um kvinnurnar í Miðvági hava vunnið í heimasjógvi fyri meiri enn 43 árum síðani.
Kvinnurnar umborð á 5-mannafarinum Frúnni hava verið nummar tvey í øllum fimm FM róðrunum, sum hava verið í ár. Spurningurin er nú, um kvinnurnar úr Miðvági fara at megna at taka Sílið í dag.