Kommunumál
við Norðskála:
Ein lastbilur og tvær gravkýr arbeiða beint norðan fyri Streym. Teir eru í ferð við at grava oman av sunnan fyri sunnastu húsini við Norðskála.
»Gera veg til miðstaðarøkið«, sigur borgarstjórin.
Sunda Kommuna er farin at gera meira við handilsvinnuna í Sundalagnum. Í øllum førum ætlar kommunan, at handilsfólk skulu fáa betri umstøður í kommununi.
Grivið verður nú út fyri vegi niðan til nýggja miðstaðarøki beint sunnan fyri sunnastu húsini við Norðskála.
Árni M. Dam, borgarstjóri í Sunda Kommunu, sigur, at talan er um at gera eitt øki til handilsbygningar og aðrar slíkar bygningar, sum hann tekur til. Tað verið seg handilshús,skrivstovur, bæði almennar og privatar og tílíkt. Men ikki ídnaðarfyritøkur, sigur hann.
Tað, sum gjørt verður beint nú, er bara grevstur fyri vegnum niðan til nýggja miðstaðarøkið, sum gjørt verður, sigur Árni M. Dam, borgarstjóri.
Hann sigur, at tað eru áhugi fyri at sleppa at byggja handilsbygningar í nýggja økinum. Í løtuni eru tvær ítøkiligar umsóknir, sigur borgarstjórin.
Sunda Kommuna hevur eisini annað stórarbeiði í gongd í løtuni. Tað er útbygging av kommunuskúlanum á Oyrarbakka. Har verður fyrsta byggistig liðugt til páskar.










