Miðsavning á Løghamri

Okur hava í nýggju býráðssamgonguni í Vági, sett okkum fleiri áhugaverd mál hesu komandi fýra árini.

 

Har serligu dentur verður lagdur á, at borgarin kemur í fokus og øll sum búgva í Vági skulu hava tað gott. Somuleiðis skal trivnaðurin vera í hásæti.

Vágsbygd blómar fyri tíðina, og her henda nógv spennandi ting. M. a. er fólkatalið í Vági vaksið við 40 fólkum upp á eitt ár, og hettar er at fegnast um.

Okur skulu halda áfram við góðu gongdini tey komandi árini, hettar hevur nýggi býráðsmeirilutin í Vági eisini tikið til sín.

Okur hava nógv upp á hjartað. Fyri kortum samtykti okur, at vegagerðin í Brekkubø skuldi gerast liðug og tað verður hon eisini.

Harumframt hava okur longt um upplatingartíðirnar hjá Ungdómshúsinum.

Í dag var hol sett á, at fáa gamla og sera áhugaverda fiskaplássið á Løghamri fram aftur.

Okur hava nøkur sera áhugaverd økir í bygdini, sum kunnu gerast meira tillokkandi og serliga øki við Løghamar kann vera ein miðsavning fyri okkum øll í bygdini.

Partar av miðbýarøkinum, kunnu harvið gerast meira miðbýarkend við nýggjum, møguleikum til ung sum eldri.

Okur hava valt, at gera hugnaliga fiskaplássið á Løghamri til eitt miðsavningar stað fyri okkum øll og tað kann bara hava ómetaliga spennandi møguleikar við sær í framtíðini.

Har okur í fyrstu syftu fara at reinsa øki og fáa harvið fiskaplassið fram aftur. Ætlanin er, at stórur partur av økinum, verður klárt til Jóansøkuna 2022.

Tankar eru m.a um, at seta trappur, beinkir, gongugøtu oman á sjóvarmálan og hvør veit um ikki ein nýggjur bátahylur kemur har í framtíðini. Ja, møguleikarnar eru nógvir, men nú er hol sett á hesa býráðssetuna.

Levi Mørk

Formaður í Menturnarnevndini hjá Vágs kommunu