Miðnámsskúlar dagførast og nútímansgerast

- Miðnámsskúlarnir í Havn hava allir alstóran tørv á nýggjum og meira tíðarhóskandi hølum - sum skjótast, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna Undir fyrstu viðgerð á tingi um miðnámsskúladepilin í Marknagili, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í skúlamálum, at miðnámsskúlaøkið hevur verið raðfest alt, alt ov lágt seinastu mongu árini.

- Men nú er broyting hend, og tað er at fegnast um, at hesir skúlar nú verða dagførdir og nútímansgjørdir.

Í hesum árinum verða nýggi miðnámsskúlin í Suðuroy og nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna ætlandi tiknir í nýtslu, samstundis sum útbyggingin av Tekniska skúla í Klaksvík eisini verður liðug í ár.

- Eftir standa miðnámsskúlarnir í Havn, sum allir hava alstóran tørv á nýggjum og meira tíðarhóskandi hølum sum skjótast.

Landsstýriskvinnan segði, at lógaruppskotið, sum skal skapa karmarnar um nýggja miðnámsskúladepilin, ásetir yvirskipaðu karmarnar, tá ræður um fígging og stødd.

Hon segði, at støddarkarmurin er 17.000 fermetrar umframt 1.800 fermetrar, um núverandi handilskúlabygningur eisini verður tikin við.

- Fíggjarkarmurin er 391 miljónir krónur, og haraftrat skulu leggjast útreiðslur til innbúgv og útgerð, segði Kristina.

Landsstýriskvinnan vísti á, at verður upphæddin á 391 miljónir krónur býtt yvir tíðarskeiðið 2008-2013, er talan um 65 miljónir krónur um árið í miðal.

- Men býtið verður øðrvísi, tí lutfalsliga lítið verður brúkt í 2008 og 2009 - og meira tey seinnu árini.

Kristina Háfoss segði, at ikki er møguligt at áseta býtið yvir árini enn, tí sjálv verkætlanin er ikki klár.