Marin Katrina Frýdal
Valevni fyri Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Kommunu
Tórshavnar býráð eigur at leggja doyðin á at fáa landsstýrið at fremja ætlanina um ein góðan og frameftirlítandi miðnámsskúladepil í Marknagili. Og latið økið í Hoydølum fáa frið fyri fleiri stovnsútbyggingum.
Málið um at byggja nýggjan miðnámsskúladepil í Marknagili, ella at pjøssa uppá verandi studentaskúla í Hoydølum, er komið á dagsskránna í síðstuni. Hóast skúlabyggingin fyrst og fremst er eitt landspolitiskt mál, er málið avgjørt eisini kommunalpolitiskt.
Tórshavnar kommuna skal m.a. veita byggiloyvi til ein skúladepil, ella til eina útbygging av verandi skúlum. Sostatt skal verkætlanin hóska til býráðsins útbyggingarætlanir. Harumframt er ætlanin eisini sera viðkomandi fyri Tórshavnar kommunu, tá tað snýr seg um framtíðar menningarætlanir fyri útbúgvingarmøguleikum til ungdómin í høvuðsstaðar kommununi.
Undanfarna landsstýri læt upp í hendurnar á einum breitt samansettum arbeiðsbólki at koma við einum tilmæli um, hvønn leist ein átti at velja í hesum máli. Leiðslurnar á Tekniska Skúla, Handilsskúlanum og Studentaskúlanum, saman við umboðum fyri landsstýrið, mannaðu arbeiðsbólkin.
Leggið til merkis, at arbeiðsbólkurin var einmælt samdur í sínum tilmæli um, at tann besta og mest frameftirlítandi loysnin var ein felags skúladepil í Marknagili. Hvussu ofta uppliva vit ikki júst tað øvuta, at flest allar samskipanarætlanir miseydnast, tí hvør dregur sína línu. Ætlanin um ein stóran, vælskipaðan og fjøltáttaðan miðnámsskúladepil í Marknagili, er eisini í samsvar við býarætlanina fyri økið.
Tórshavnar kommuna skal vera virkin í leiklutnum at skapa góðar skúla- og útbúgvingar umstøður. Ein livandi høvuðsstaður skal hava góð útbúgvingartilboð. Her skulu tey ungu kenna seg væl, møtast tvørnámsligt, úr øllum landinum og hava eitt avbjóðandi skúlaumhvørvi.
Hoyvík er vaksin nógv tey seinastu árini, og sagt verður, at hon skjótt verður næst størsti býur í landinum. Tí hevur tað alstóran týdning fyri okkum, sum búgva í Hoyvík, bæði í teimum gomlu býlingunum og í teimum nýggju uppí í Hoyvíkshaganum, at tað eisini eru frílendi her.
Veðurgóða økið av Boðanesi, gjøgnum Hoydalar og niðan á Ternurygg, er ein perla í býnum, og verður ógvuliga nógv nýtt av bæði ungum og eldri fólki. Tí skal kommunan, sum er byggimyndugleiki, forða fyri, at meira verður etið upp av økinum til útbygging av stovnsbygningum, vegum v.m., soleiðis at frílendið verður oyðilagt.
At pjøssa uppá gamalt er sjáldan nøkur varandi loysn, og tað førir ofta til nýggjar trupulleikar. Vit hava áður sæð slíkt lepaverk, eitt nú niðri í Vørðsluni, har Sjónvarpið hevur fingið loyvi fleiri ferðir til sínar dýru útbyggingar, uttan tó at náa nakrari fullgóðari loysn. Úrslitið er m.a., at eitt hugnaligt bústaðarøki er illa skammfílað.
Tey ungu eru okkara framtíð, og teimum dáma at vera saman í hópi. Somuleiðs hava tey tørv á nógvum ymiskum útbúgvingarmøguleikum. Tí skulu tey hava teir bestu, mest fjøltáttaðu, karmar at útbúgva seg undir. Ætlanin við einum skúladepli er góð, og hon borgar fyri besta háttinum at fáa ungdóminum atgongd til allar teir nýggjastu hentleikar og samskiftismøguleikar, ið heimurin uttanum okkum hevur at bjóða.
Vóni ikki, at tað er snævurskygni og nalvaskoðan hjá ávísum studentaskúlalærarum við bondum til javnaðarflokkin, ið er orsøkin til, at flokkurin hevur í hyggju at ganga ímóti verkætlanini.
Nei, latið okkum sum skjótast seta skjøtul á ætlanina um ein miðnámsskúladepil í Marknagili, og latið so kommununa sleppa at hjúkla um frílendisperluna í Hoydølum.