Miðnám á Kambsdali skal hava nýggjan rektara

Páll Isholm hevur sagt seg úr starvi

Tann 1. mars 2021 skal Miðnám á Kambsdali hava nýggjan rektara. Páll Isholm, sum hevur verið rektari síðan samanleggingina av Studentaskúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali, hevur sagt seg úr starvinum.

– Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, men eisini avbjóðandi og krevjandi. Vit hava nátt málunum, vit settu í 2015. Fyri framman liggja fleiri spennandi verkætlanir, so eg haldi rætta løtan er nú. Bæði fyri skúlan og meg persónliga, sigur Páll Isholm.

Heimasíðan hjá Mentamálaráðnum skrivar, at Páll Isholm hevur staðið á odda fyri samanleggingini av skúlunum á Kambsdali, og hetta hevur eydnast sera væl. Saman við starvsfólkunum hevur hann megnað at skapa eina felags mentan, har samstarv, læring og trivnaður eru í hásæti. Ráðið tekur uppsøgnina til eftirtektar og takkar Páll Isholm fyri stóra arbeiðið, hann hevur lagt fyri dagin.

Uttanríkis- og mentamálaráðið fer beinanvegin at lýsa eftir rektara til Miðnám á Kambsdali.