Í dag klokkan 15 fer Rás 2 fyri fyrstu ferð at senda beinleiðis úr nýggja studi´onum í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sent verður í sambandi við almennu móttøkuna nú klokkan 15 Millum klokkan 15 og 17 í dag verður almenn móttøka í Miðlahúsinum Vágsbotni í sambandi við, at Miðlavarpið, sum Sosialurin eigur, hevur keypt og yvirtikið Rás 2.
Sjálv yvirtøkan fór fram 1. oktober.
Seinastu tíðina hevur dúgliga verið arbeitt við at byggja tann partin av loftshæddini, sum vendur oman móti vágni, um til studio, og haðani verður sent beinleiðis undir móttøkuni í dag.
Gestir verða eisini í nýggju útvarpsstovuni, meðan sent verður.
Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri, væntar nógv fólk til móttøkuna, og hann væntar, at nógv fara at sita kring landið og lurta eftir Rás 2.
Ein stór glassektión er sett í sjálvan skjøldurin á Miðlahúsinum oman móti Vágsbotni, og soleiðis er frálíkt útsýni yvir vánna.
- Eg kann ímynda mær, hvussu hugnaligt tað fer at verða hjá gestum og vertum at sita og hyggja út yvir vánna, meðan prátað verður á Rásini. Einki er at ivast í, at hetta umhvørvið fer at geva íblástur til nógv áhugavert prát, sum okkara lurtarar fara at fáa stóra gleði av, sigur ábyrgdarblaðstjórin.
Hann fegnast eisini um, at tað hevur eydnast Miðlavarpinum at fáa fatur á so góðum og dugnaligum fólkum, sum Jón Brian Hvidtfeldt og Elini Winther Poulsen at mynda útvarpsrásina saman við restini av manningini.
- Vit fara hóvliga í gongd, men lurtararnir fara beinanvegin at merkja broytingar, tí skráin verður øðrvísi, enn hon hevur verið. Næstu tríggjar mánaðirnar fara vit so at seta út í kortið fyri komandi ár, sigur Jan Muller, ábyrgdarblaðstjóri.
Miðlavarpið boðar annars frá, at sendingin Vespureiðrið verður send nakað seinni í dag enn vanligt, tí sent verður beinleiðis frá móttøkuni í Miðlahúsinum.
Vespureiðrið fer í luftina umleið klokkan 18 í dag.










