Miðlarnir og eg - Durita Nolsøe

Lýsingarráðgevin á Kvinnu, Durita Nolsøe, heldur at Liza Marklund er for fjasut og irriterar seg inná gomul tíðindi í miðlunum.

Mítt blað - dag og vikublað

Eg blaðið leysligani ígjøgnum tey ókeypis bløðini, íð koma í postkassan. Men annars lesi eg dagbløðini á alnótini.


Mín heimasíða

Um tað eru tíðindi so er tað portal.fo, jp.dk. Um tað skal vera meira "slatur" so er tað bt.dk og eb.dk. Eri eisini inni á kvinna.fo og plagg.fo hvønn dag. Og á ternuryggur.fo - hvønn dag - har gongur dóttir mín á stovni, og har verður førd dagbók hvønn dag.


Mín tónleikur

Mær dámar øll sløg av tónleiki - tað gevur mær gleði. Mær dámar so væl Lenu, og ein onnur, sum altíð endar aftur í fløguspælarinum, er Eve Cassedy.

Men annars so er tað "Hjørdis og genturnar" sum verða mest spældar í løtuni - dóttir mín elskar tí fløguna.


Mítt sosiala netverk

Facebook. Eg eri inni á facebook hvønn dag og tað er meiri enn so, at tað verður brúkt til arbeiðsbrúk ! Fái nógv góð hugskot har inni - og síggi eina rúgvu av vøkrum kvinnun - sum ger mær lívið lættari til arbeiðis.


Mín dvd

Havi sera ilt við at klára at sita frammanfyri sjónvarpi í tveir samanhangandi tímar... Havi "Slumdog millionaire", sum liggur og bíðar eftir at verða sæddur í dvd´in. MEN Love Actually! Tá kobli eg totalt av og njóti lekkur fólk, lekkur klæði, lekkran tónleik og lekkurt...


Mítt magasin

Sjálvandi Kvinna - og so er tað eisini Eurowoman, IN, Woman og

Cosmopolitan, sum vera hugd í hvørjaferð tey koma út


Mín sjónvarpsrøð

Sex and the city er barasta for well! Tær eru herligar! KLOVN er heldur ikki at forsmáa.


Mín bók

Beint nú er tað einans Organisatión - sum eg skal til próvtøku í í summar. Av føgrum bókmentum dámar mær allarbest at lesa krimi - tó eri eg eitt sindur kræsin. Eg kann ikki torga, tá tað verður ov fjasut/simpult- so sum Lisa Marklund. Stieg Larsson var harafturímóti fínur. Annars so dámdi mær sera væl triologina hjá Hanne Vibeke Holst - Krónprinsessan, Kongamorðið og Dronningeofret. Eg elski at lesa!


Mítt útvarp

Har tónleikurin er best


Mín telefon

Sony Ericsson walkman W980


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

Gomul tíðindi


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Gomul tíðindi


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Nýggjum tíðindum ;)