Vanligt er, at fjølmiðlafólk, ið fylgja við teimum kongaligu kring heimin, standa uttan fyri og bíða, meðan tey kongaligu eru inni ymsastaðnis og vitja og fáa eitthvørt leskiligt at eta og drekka. Soleiðis hevur tó ikki verið í Føroyum, og tey mongu útlendsku fjølmiðlafólkini siga seg hava møtt óvanliga stórum blíðskapi undir vitjanini í Føroyum seinastu dagarnar.
Oksasteik og brún sós
At sandoyingar eru blíðir, kundu tey mongu fjølmiðlafólkini ásanna, tá ið borðreitt var við oksasteik, eplum, grønmeti og brúnari sós, meðan kongaliga fylgi vitjaði kommunuhølini á Sandi.
Slíkt er ikki gerandiskostur hjá mongu fjølmiðlafólkunum, og nógv teirra tóktust fullkomiliga tikin á bóli, tá ið tey vóru bjóðaði innar í ungmannafelagi Virki, har borðreitt var fyri fjølmiðlunum.
Eftir vitjanina á Sandi var farið við Brimli til Suðuroyar, og eisini umborð á Brimli vóru fjølmiðlafólkini væl móttikin og borðreitt var við øllum góðum.
Í Vági var blíðskapurin eisini stórur, og tá ið Vágs Býráð bjóðaði kongaligu gestunum frokost á Hotel Bakkanum, var borðreitt við smyrjubreyði í Framtíðini fyri teimum mongu fjølmiðlafólkunum.
Slík viðferð av teimum mongu útlendsku fjølmiðlagestunum kann bert verða Føroyum til frama.