Miðlanæmingar í Námi X fingið nýggja heimasíðu

Nógv virksemi er í løtuni í Námi X í Tórshavnar kommunu, sum heldur til í Eysturskúlanum, og nú hevur breytin fingið eina nýggja, snotuliga heimasíðu

Farna vikuskifti varð alt Nám X hølið gjørt um til eina væleydnaða matarsølustøð. Næmingarnir høvdu egna matskrá við egnum kokkum og tænarum.

Í morgun verður næsta átakið hjá næmingunum almannakunngjørd. Miðlabreytin í Námi X leggur nýggju heimasíðu teirra fram við hugnaligari samkomu í skúlahøll Eysturskúlans. Hetta verður klokkan 10 í morgun

- Næmingarnir hava myndað hesa síðu sjálvir frá byrjan til enda?, sigur Aage Nybo, lærari á miðlabreytini. ?Vit hava okkara egnu forritarar og sniðgevarar á breytini, sum hava gjørt eitt dygdargott sniðgivið arbeiði. Aage Nybo leggur afturat, at navnið namx.fo var eitt nátúrligt val, tí torgið er í Námi X. Ætlanin er at dagføra ymsu teigarnar regluliga, og næmingarnir hava í bólkum hvør sína uppgávu til heimasíðuteigarnar.

Nýggja heimasíðan hjá Námi X eitur namx.fo.