Miðlaløgfrøðingur: Kringvarpsstýrið má bakka

Hóast Kringvarp Føroya stendur at vera óheft av politisku skipanini, so má tað framvegis fylgja lógunum um bygnaðin, sum merkir, at tveir tíðindaleiðarar mugu vera í Kringvarpinum. Hetta sigur Oluf Jørgensen, miðlaløgfrøðingur

Seinastu mánaðirnar hevur nógv stríð verið um Kringvarpið. Ávísir politikarar hava funnist at bygnaðinum í Kringvarpinum, har bara ein tíðindaleiðari er, til tvær tíðindaeindir, sum skulu vera óheftar.

Tað seinasta, ið er komið fram í málinum, er, at stýrið fyri Kringvarpið ikki vil bakka fyri boðunum hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, tí stýrið vísir á grein trý í Kringvarpslógini, sum sigur, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini.

- Í seinasta enda má Kringvarpsstýrið bakka, tí hóast Kringvarp Føroya er óheft politisku skipanini, so skal tað fylgja lógini. Og tá alt kemur til skarpskeringar, so hava politikararnir longra endan, sigur Oluf Jørgensen. Hann vísir tó á, at hóast Kringvarpið skal hava tveir tíðindaleiðarar, so merkir tað ikki, at tíðindaeindirnar ikki skulu samstarva, men tað merkir, at tað skulu vera tveir ymiskir persónar, sum skulu hava ábyrgdina av tí, sum fer út í luftina, hóast eindirnar báðar hava gjørt kanningararbeiði saman, sum er upplagt, tá talan er um sama stovn.

Somuleiðis gevur Oluf Jørgensen Bjørn á Heygum partvís rætt, tá hann sigur, at landsstýrisfólkið er í eini støðu, har ávirkan og ábyrgd ikki fylgjast, men hetta merkir ikki, at Kringvarpsstýrið kann gera sum tí lystir, tí tað skal fylgja lógini.

- Men eg skilji væl sjónarmiðini hjá stýrinum fyri Kringvarpið, tí teir skulu sjálvandi taka síni fíggjarligu atlit, sigur hann.


Óheftni

Oluf Jørgensen leggur stóran dent á munin millum programvirksemi og bygnað.

- Tað, sum hevur mest at siga, er, at tað ongantíð verða politikarar, sum ávirka, hvat fer út í luftina. Hinvegin má tað sjálvandi vera politiska skipanin, sum heldur stýr á, hvussu bygnaðurin hjá einum stovni hjá landinum er. Í hesum førinum er tað ein spurningur um bygnað, og tí er tað landið,ið eigur avgerðarrættin, sigur miðlaløgfrøðingurin. Hann greiðir somuleiðis frá, at so leingi tað er Kringvarpsgjald, sum er oyramerkt, ið fíggjar virksemi hjá stovninum, so koma politisk áhugamál ikki at ávirka tíðindaflutningin.


Lýsingar

Eisini hevur nógv rumbul verið kring lýsingarvirksemi hjá Kringvarpinum, serliga Torbjørn Jacobsen, tingmaður, hevur tosað hart um hetta, men tað heldur Oluf Jørgensen vera í lagi, um tað ikki ávirkar redaktiónella tilfarið.

- Tað er góðtikið í heiminum, at public service stovnar eru partvís ella heilt fíggjaðir av lýsingarpengum, men tá er tað serstakliga týdningarmikið, at hetta á ongan hátt ávirkar tíðindaflutningin. Tað er tað sama við politisku skipanini, sum heldur ikki má ávirka tilfarið, tí markið gongur í veruleikanum ímillum strukturin og programtilfar, sigur Oluf Jørgensen. Hann vísir tó á, at í einum lítlum samfelagi har øll lutfall eru rættiliga smá, so er stórur vandi fyri, at ein fyritøka, ið letur nógvar lýsingar kann fáa ávirkan á, hvat verður varpað út. Og tá sigur Oluf Jørgensen, at tað er sera týdningarmikið, at mann beinanvegin rópar hart, at okkurt er galið.