Pallborðskjakið er sett til mikukvøldið 11. apríl kl. 19 undir evninum: »Umstøður hjá deyðasjúkum í Føroyum«. Øll eru vælkomin til pallborðsfundin at líða á ella seta spurningar til luttakararnar við pallborðið. Tey eru: Jákup N. Olsen, formaður, Sjúklingaráðið, Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur, Mary J. í Garði, stjóri, Nærverkið, Marin Vang, sjúkrarøktarfrøðingarstjóri, Landssjúkrahúsið, Erik Wandall, yvirlækni, Landssjúkrahúsið og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Tað er Anna Maria Joensen, sum hevur skrivað greinarøðina um viðurskiftini hjá deyðasjúkum, ið er grundarlagið undir kjakinum. Hon er 45 ár og ættað úr Havn. Í 1991 flutti hon til Danmarkar í lestrarørindum og kom heimaftur fyri sløkum tveimum árum síðani saman við manni og dóttur. Er útbúgvin innan úflutning í Herning og hevur starvast í bæði fiskivinnu og oljuvinnu. Seinni hevur Anna Maria Joensen lisið norðurlendskar bókmentir og mentan á Lærda Háskúlaunum í Helsinki, har familjan búði í sløk fimm ár. Komin aftur til Danmarkar læs hon bókmentafrøði sum høvuðsgrein og minnilutabólkar sum síðugrein á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Anna Maria Joensen, ið sjálv hevur royndir sum avvarðandi, sigur, at endamálið við greinarøðini er breiða út vitan og kunnleika um støðu teirra deyðasjúku, varandi sjúku og teirra avvarðandi. Samstundis at vísa á, hvat aðalmálið í norðurlondum um heildarhugsan, heildarviðgerð og umsorgan miðar eftir. Palliativur (linnandi, men ikki lekjandi) hugburður og umsorgan, sum hevur ment seg innan krabbameinsøkið burturav, er tað besta heilsuverkið kann bjóða varandi sjúkum. Henda sokallaða holistiska (heildarspekiliga) tilgongdin setir menniskjað sjálvt í miðdepilin og átti at verðið framd í verki fyri øll varandi sjúk í Føroyum, heldur Anna Maria Joensen.










