Miðlahúsið á ferð við Tunnilsekspressini

Føroyska meginlandið er nú vorðið nógv størri. Tað røkkur heilt úr Kirkjubønesi í suðri, Gásadali í vestri til Viðareiðis í norði. Undan upplatingini av Norðoyatunlinum hevur Sosialurin havt fleiri síður við áhugaverdum søgum og frásagnum, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til hetta samferðsluliga frambrot. Sjálvan dagin, tá ið tunnilin læt upp, skipaðu vit fyri útferð, sum byrjaði í Vágsbotni og endaði á Viðareiði

Tað tykist ikki vera langt síðan, at Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður, alment skjeyt fyrsta skotið í Leirvík til undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði. Í samrøðu við Sosialin segði hann, at verkætlanin við Vágatunlinum hevur verið ein dundrandi succes, sum hann tók til. Samstundis segði løgmaður seg vóna og eisini vænta, at byggingin av Norðoyatunlinum fór at gangast væl í hond. Tað var hann líkasum onga løtu í iva um, læt hann okkum skilja.
    Lagið var gott á klettinum í Leirvík hendan dagin, tá ið hol varð sett á Føroya størsta samferðsluliga frambrot nakrantíð.
Nakað seinni, tá ið tunnilin nærkaðist sjóvarmálanum leirvíkarmegin, tosaðu vit eisini við Niclas Foldbo, verkfrøðing, sum hevur verið við í flestu tunnilsbyggingum í Føroyum í nýggjari tíð. Hann var eisini rættiliga optimistiskur, og væntandi, at henda verktælan saktans fór at lata seg fremja í verki. Niclas vísti á, at kanningarnar av havbotninum vóru góðar, og at líkt var til, at viðurskiftini undir Leirvíksfirði sum heild vóru minst líka góð - um ikki betur, enn undir Vestmannasundi.
Vit kunnu siga, at bjartskygni ráddi frá fyrsta degi til tann seinasta.
Næstsíðsta leygardag kom so løtan, sum so mong hava bíðað í spenningi eftir. Norðoyatunnilin var liðugur og skuldi latast upp fyri almennari ferðslu og enntá út við hálvt ár fyri upprunaligu tíðina.
Nógv hevur verið gjørt burtur úr hesi størstu hending í okkara samferðslusøgu, bæði í útvarpi, sjónvarpi og bløðum.
Meginøkið er vorðið nógv størri við nógv fleiri møguleikum, ikki minst á vinnuliga økinum. Aftrat nýggju møguleikunum við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, hevur Suðuroyggin eisini fingið stóra og nútíðarhóskandi ferju, sum er sambindingarlið millum stóra meginøkið og perluna, sum Suðuroyggin er.

Tunnilsekspressin
Vit á Sosialinum valdu eisini at markera hesa stórhending, har Føroyar hava fingið eitt nógv størri meginland, sum røkkur heilt úr Kirkjubønesi í suðri, Gásadali í vestri til Viðareiðis í norði. Undan upplatingini av Norðoyatunlinum høvdu vit fleiri áhugaverdar søgur og frásagnir, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til hetta samferðsluliga frambrot.
    Og sjálvan dagin, tá ið tunnilin læt upp, leygardagin, 29. apríl, skipaðu vit fyri útferð, sum byrjaði í Vágsbotni um 10-tíðina hendan morgunin.
    Við Tunnilsekspressini, sum var prýdd við føroyskum fløggum og onkrari plakat, sum segði, hvaðani vit komu, løgdu vit leiðina vestur til Gásadals.
Í bussinum vantaði hvørki matur ella drekka. Gott smyrjibreyð, bakstur av ymiskum slagi og okkurt leskandi. Lagið var gott, og sjálvur ábyrgdarblaðstjórin gekk runt í bussinum í hatti og beyð øllum vælkomnum á hesa søguligu ferð.
Veðrið var av tí fagrasta, tá ið bussurin steðgaði í lítlu og sjarmerandi bygdini, Gásadali.
Blái stólurin, sum vit høvdu við í bussinum, varð settur út um, og vit avmyndaðu ymiskar persónar í stólinum við vøkru náttúruni í Gásadali í baksýni.
Fyrstur at vera avmyndaður var ábyrgdarblaðstjórin sjálvur og hin seinasti var Páll á Reynatúgvu!
Vit fara ikki at avdúka her, hvørji svarini til spurningarnar hjá okkum vóru, men tey munnu fara at koma í Sosialin so við og við...
Nógv fólk var í Gásadali hesa løtu. Ein hópur av børnum, sum vóru komin í Vágar á dansistevnu, dansaðu føroyskan dans, meðan vit steðgaðu.
Okkara blaðmaður í farloyvi, Edvard í Skorini, sum nú er kunningarleiðari í Vágum, var mitt øllum í rokanum.
Á ferðini norðuryvir steðgaði Tunnilsekspressin í túninum hjá Ann og manninum, Sámali Christiansen, í Hósvík. Ann hevur sitið á skrivstovuni hjá Sosialinum ein hálvan mansaldur, og her situr hon framvegis.
Hjúnini hugnaðu sær í túninum omanfyri húsini, nú sólin var komin upp á luftina, og rættiliga lýtt var í veðrinum.
    Í túninum høvdu tey havaborð og stólar og grillin var tendrað til ein góðan bita.
    Ann og Sámal vóru blíð, og fólk fingu tað, tey vildu hava. Eingin var svangur, men kanska var onkur eitt sindur tystur... oman á góða smyrjibreyðið, vit høvdu etið í Gásadali.
    Úr Hósvík bar leiðir norðuryvir, og næsta stopp hjá non-stopp ekspressini, var uppi við bygdarhúsið í Leirvík, har hópur av fólki var samankomið, meðan bíðað varð eftir, at Norðoyatunnilin skuldi lata upp alment.
    Ellisakfør við prominentum persónum og øðrum og motorsúklur í hópatali settu sín serstaka dám á hesa løtu.
    Leirvíkingar vóru blíðir og bjóðaðu góða og vælsmakkandi fiskasuppu í bygdarhúsinum.
    Lagið var gott, bæði á meirilutanum og minnilutanum í Leirvíkar bygdaráð, og eingin tosaði um togan og ósemjur hvørki innanhýsis í Leirvík ella við landsins myndugleikar.
    Vit, sum vóru við í Tunnilsekspressini, fingu at vita frá ábyrgdarblaðstjóranum, at vit fóru at teljast millum fyrstu bilarnar, sum sluppu ígjøgnum Norðoyatunnilin, tá ið tann løtan kom.
Blaðstjórin er kendur sum optimistur, og tað er - sum oftast - ein góður eginleiki at hava sum blaðstjóri.
    Tá ið samanum kom, endaði Tunnilsekspressin non stop - í eini langari bilrøð heilt úti á Vík í Leirvík, har vit bíðaðu í ein tíma ella meira, áðrenn vit sluppu heimeftir aftur og niður í dýpið undir Leirvíksfirði.
    Eingin keddi seg, meðan vit bíðaðu...

Endaðu á Viðareiði
Tað var eitt stórt upplivilsi fyrstu ferð at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, og ferðin undir havbotninum gekk bæði skjótt og væl.
    Ferðin hjá Tunnilsekspressini endaði fyribils hendan hátíðardag á Viðareiði, har vit fingu góðan døgurða á Hotel Norð.
    Kanska var døgurðin eitt sindur kólnaður, tá ið vit komu norður, men tað gjørdi minni, tí veðrið var so gott...
    Nú høvdu vit koyrt ígjøgnum tilsamans átta tunlar og hvørja ferð, vit stóðu við ein tunnilsmunna, var ábyrgdarblaðstjórin úti á vegnum við myndatólinum.
Vit steðgaðu á Viðareiði í nakar tímar, har vit prátaðu og hugnaðu okkum saman.
Hetta var ein deilig og avslappandi løta.
Um 23-tíðina bar leiðin aftur til Klaksvíkar, har vit at enda steðgaðu, meðan fýrverk um midnáttarleitið lýsti alla Klaksvíkina upp.




Neyvan nakrantíð áður man so nógv fólk hava verið úti á gøtuni í miðbýnum í Klaksvík samstundis.
Tá ið hendan løtan var liðug, var okkara frálíka ferð úr Vágsbotni, vestur í Vágar og norður til Viðareiðis, eisini liðug á hesum sinni.