Miðøkið er jú friðað...

Sólvit Simonsen
----

Nú brast aftur.... Hvat skal annað væntast, tá ið man ongan góðan hevur. Nú var komið so væl ávegis við at fáa ta brúkiligu vallógina fyri útjaðaran, so bleiv tungan á vágskálini, løgtingsmaðurin í Sandoynni, fyri hóttafalli, og har lógu vit. Ein annar maður kemur á ting fyri hann, eg sigi ikki javnaðarmaður, tí øll vita vit, hvussu hann kom upp í Javnaðarflokkin. Og nú gjørdi hann tað næsta kvettið.
Eg trúði at í Javnaðarflokkinum í mínari tíð, æt eitt, javnaður og brøðralag. Her kemur maður inn fyri sjúkan mann og endavendir øllum, sum hann hevur stríðst fyri.
Kann man ikki kalla slíkt fyri brøðralag? Vónandi vakna fólk nú og síggja, hvussu væl miðøkið arbeiðir fyri útjaðaran.
Men onki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt. Jenis av Rana kemur so við sínum uppskoti og kjølhálar tingmenn, og har hevur hann so fingið sítt burturúr.
Eg biði um umbering; men her verið eg noyddur at taka til, at Judas kyssti eisini Jesus.
Síðani kemur tað til eykafíggjarlóg. Mín flokksfelagi, verður nakað kroystur og manglar nakrar milliónir. Onki ivamál, vit leggja eftir Sandoynni, tað eru vit vanir við, og so verður hettar onki undantak.
Vit fingu eina tátu fyri Sandoyartunnilin, og hon bleiv heldur ikki unt okkum. Nú verður roynt at bera í bøtuflaka; men hvussu í verðini skulu vit trúgva nøkrum sum helst frá politikkarum?
Er tað nakar, sum hevur mist við falnum monnum, so eru tað vit í Sandoynni, tað vóni eg at Jóannes Eidesgaard eisini dugir at síggja.
Tað er nógv fyri at verða so illa royndur at sínum egna flokki, sum eg havi valt alla mína tíð, og ein stóran part verið stillari hjá, skuldi roynast so illa fyri tann minna mannin, og tað má man rokna okkum í Sandoynni fyri at vera.
Nú er tað tíverri eisini spurningurin, um hvønn hava vit at velja?
N. B. Marknagil hevði havt nakrar krónur at tikið av, men miðøkið er jú friðað.