FÓTBÓLTUR
Tað eru tvey lið, sum hava verið í einum góðum stima í síðstuni, sum hittast á Argjum sunnudagin, tí bæði AB og ÍF hava vunnið fleiri dystir og fingið kærkomin stig síðstu umførini. Og felag fyri tey er eisini, at tey eftir eina trilvandi byrjan hava strítt seg upp í miðjuna á stigatalvuni.
AB hevur staðið seg so mikið væl, at tey flestu eru samd um, at argjamenn mestsum hava tryggjað sær plássið í Vodafonedeildini komandi ár, meðan ÍF eisini eru komnir væl fyri, men enn ikki eru komnir heilt so langt upp frá botnstríðnum sum AB.
Argjamenn eru stórt sæð mannaðir á sama hátt, sum teir hava verið tað síðstu dystirnar. Nikolaj Eriksen, sum hevur verið óheppin við skaðum í ár, er aftur skaddur og ikki klárur enn. Heldur ikki Høgni M. Joensen og Alex Mellemgaard, sum er skorin í knænum, eru tøkir. Hinvegin sat málverjin, Heðin Stenberg, á bonkinum, tá AB vitjaði á Toftum mikukvøldið.
Hjá ÍF er miðverjan aftur fullmannað, nú Høgni Zachariasen hevur meldað seg kláran aftur. Hann fór skaddur út ímóti Víkingi, og Kaj Ennigarð, sum kom inn fyri hann tá, fór seinni í tí dystinum av vølli við skaða, og hann verður helst úti í eina tíð. Andy Olsen fór út við snuddi mikukvøldið, men er helst klárur, meðan Áki Petersen enn er ivasamur.










