Miðil: Skipari bleiv hálva milliard ríkari

Danskur miðil skrivar um »stríð« í reiðarínum Ruth, sum Gullak Madsen nú eigur einsamallur

Danski miðilin Finans skrivar í dag um »stríð« í danska reiðarínum Ruth, sum hevur føroyskan eigara.

Sambært Finans var skiparin Óli Nattestad keyptur úr felagnum av Gullak Madsen, sum nú er einsamallur eigari av reiðarínum Ruth. Orsøkin var sambært Finans, at Gullak Madsen ikki vildi lata felagið víðari til skiparan í einum ættarliðsskifti.

Sølan hevði við sær, at felagið hjá Óla Nattestad, Sjey ApS, hevði avlop á 453 milliónir krónur í 2017, og sambært Finans er skiparin góður fyri umleið 600 milliónir krónur, sum standa í virðisbrøvum. 

Finans skrivar, at tað er óvist, hvussu nógv partabrøvini í Ruth vórðu handlað fyri, men avlopið í Sjey vaks eftir einum ári úr 53 milliónum krónum og upp í eina lítla hálva milliard krónur.

Meira kann lesast um málið her.