Sjálvt um Mallorca vann 2-1 ímóti Real Sociedad sunnudagin, er sannlíkt, at danski venjarin, Michael Laudrup, verður koyrdur. Tað skrivar danska ítróttarheimasíðan, sporten.dk.
Seinni í dag hevur felagið nevndarfund. Har skulu teir tosa um framtíðina hjá Laudrup. Ítróttarstjórin, Lorenzo Serra Ferrer, ætlar at sannføra restina av nevndini um, at Laudrup skal koyrast.
Mallorca er á einum 11. plássi í fremstu sponsku fótbóltskappingini. Teir hava 6 stig aftaná 5 dystir.
(Eftir Nela Heldarskarð)