Miðil: Løgreglan boðsend til húsaófrið hjá Boris Johnsson

Ein granni sendi boð eftir løgregluni gjáranáttina, tá tað var ófriður á bústaðnum hjá Boris Johnsson.

Løgreglan í London var gjáranáttina á staðnum hjá fyrrverandi uttanríkisráðharranum og manninum, sum eftir øllum at døma verður nýggi formaður í Konservativa flokkinum  í Bretlandi, Boris Johnsson.

Tað skrivar fleiri bretskir miðlar, eitt nú The Guardian, sum hevur tosað við ein ónevndan granna hjá Boris Johnson.

Sambært grannanum hoyrdist eitt skríggj frá eini kvinnu í húsinum og so levind og gangur.

Grannin sigur, at tað ljóðaði sum um at tallerkar vórðu knústir, og viðkomandi koyrdi eina kvinnu – sum kudi verið unnustan hjá Boris Johnson, Carrie Symonds – sum róptið »far« og »far úr míni íbúð«, fyri so at hoyra Boris Johnson siga »nei«.

Grannin hevði roynt at banka á dyrnar hjá Carrie Symonds og Boris Johnson í vón um, at onkur fór at svara, at tey høvdu tað gott.

Tá grannin sambært blaðnum hevði bankað tríggjar ferðir á dyrnar uttan hepni, setti hann seg í samband við løgregluna og meldaði tey fyri húsaófrið.

Løgreglan váttar fyri The Guardia, at tey fingu eina fráboðan á adressuni klokkan 00.24.

– Løgreglan var á staðnum og tosaði við íbúgvarnar, sum høvdu tað gott og vóru trygg. Tað vóru eingin tekin um nakað lógarbrot, og løgreglan sá onga orsøk til at blanda seg meira í viðurskiftini, verður sagt frá løgregluni við bretska blaðið.

The Guradian evur roynt at fáa eina viðmerking frá starvsfólkum hjá Boris Johnson um málið, en tey vendur ikki aftur.

Boris Johnson er favorittur at loysa Theresu May av sum forsætisráðharri og leiðari fyri konservativa flokkin.

Hann og uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, eru eftir í uppgerðini av vinna. Tað var greitt eftir atkvøðugreiðsluna í konservativa tingbólkinum hósdagin.

Allir 160.000 limirnir í konservativa flokkinum skulu nú atkvøða um hvønn teirra tey vilja hava sum formann. Vinnarin verður kunngjørdur 22. juli.

 

/ritzau/