Miðil: José Mourinho verður koyrdur

Manchester United hevur avsannað tíðindini, meðan Gary Neville leggur eftir leiðsluni

Tað er rokaligt í umhvørvinum kring Manchester United í løtuni. Í gjár skrivaði Dailiy Mirror, at blaðið hevur keldir í felagnum, sum siga seg vita, at José Mourinho verður koyrdur óansæð úrslitið móti Newcastle í dag.

 

Les eisini: Ruðuleiki í Manchester United

 

Felagið hevur avsannað tíðindini, men tað tykist prúa greitt, at okkurt ikki er, sum tað skal vera. Í gjár segði legendariski høgri bakkurin, Gary Neville, sína hjartans meining á Sky Sports.

 

Hann sáddi iva um leiðsluna í felagnum, sum hevur síðani Sir Alex Ferguson hevur sett David Moyes, Louis van Gaal og nú José Mourinho.

 

- Tað er ikki galið við venjaranum, men tá tú hevur sett fleiri venjarar upp á stutta tíð, so er tíðin kanska komin at hyggja at teimum, sum seta venjaran, sigur Gary Neville.

 

Í fimm minuttir legði hann eftir leiðsluni í felagnum, sum hann eisini heldur pilka við virðini, sum Manchester United stendur fyri. Eitt nú, at felagið stuðlar venjaranum, ikki lekur tíðindi og lutar eftir venjaranum, tá spælarar skulu keypast.

 

Hann helt eisini, at José Mourinho sá út sum ein troyttur maður, tá hann í bara tríggjar minuttir vildi taka móti spurningum á tíðindafundinum í gjár. Manchester Uited skal í kvøld spæla móti Newcastle í Premier League.

 

Premier League 8. umfar:

Í gjár:

Brighton & Hove Albion 1 - 0 West Ham United

Í dag:

Burnley - Huddersfield Town

Crystal Palace - Wolverhampton Wanderers

Leicester City - Everton

Tottenham Hotspur - Cardiff City

Watford - AFC Bournemouth

Manchester United - Newcastle United 

Sunnudagin:

Fulham - Arsenal

Southampton - Chelsea FC

Liverpool - Manchester City