Heðin D. Poulsen, løgfr.
Øll framkomin lond hava fyri neyðini at hava eina sterka umsiting at ráðgeva teirra stjórnum. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu lond velja at skipa sína umsiting, men í Føroyum hava vit í fleiri ár havt eina skipan, ið ikki er gjørd til tað føroyska samfelagið, men er meira ella minni ein eftirgerð av teirri donsku skipanini. Fleiri hava gjørt vart við sítt ónøgdsemi og hava funnist at tí føroyska embætisverkinum. Fyri stuttum førdi BLF, felagið hjá búskapar- og løgfrøðingunum, fram, at tørvur er á búskapar- og løgfrøðingum í miðfyrisitingini. Tað kann gott vera, at tað er tørvur á fleiri fólki í miðfyrisitingini, men man høvuðstrupulleikin ikki verða sjálvur bygnaðurin? Sum nú er, sita búskapar- og løgfrøðingar spjaddir út um tey 8 ráðini og ofta sita teir einsamallir við stórum uppgávum.
Samla løgfrøðingarnar í ein stovn
Rættast hevði verið at endurskoðað bygnaðin og funnið útav, hvussu vit skipaðu eina miðfyrisiting, ið er egnað til føroysk viðurskifti. Tað er nærliggjandi at hugsa, at ein bygnaður átti at verið skipaður soleiðis, at starvsbólkar, so sum løgfrøðingar, koma at arbeiða tættari saman og harvið kunnu nýta gott av vitan og royndum hjá hvørjum øðrum. Eitt hugskot hevði verið at samlað allar løgfrøðingarnar hjá miðfyrisitingini í ein stovn, sum síðani “seldi” sína tænastu til ráðini. Á hvørjum ári høvdu tey ymisku ráðini havt samráðingar við stovnin og sínamillum avtalað, hvussu nógvar tímar hvørt ráð hevði rætt at brúka fyri árið. Uppgávan hjá løgmanni og landsstýrinum hevði verið at raðfest nær tær ymisku uppgávurnar skuldu loysast.
Við at savna allar løgfrøðingar í ein stovn, hevði góðskan á arbeiðinum blivið betri og tað hevði eisini verið meira spennandi og mennandi at starvast í miðfyrisitingini. Allar løgfrøðisligar uppgávur hjá miðfyrisitingini høvdu verið loystar á einum stovni sum felagsuppgávur, har allir vanligir stórrakstrar fyrimunir høvdu kunnað verið gagnnýttir. Henda loysnin hevði ongan meirkostnað havt við sær.
Einki er gjørt
Tað eru politikararnir við løgmanni á odda, sum avgera, hvussu miðfyrisitingin skal skipast, men tað letur ikki til, at nakar tímir at geva hesum ans. Tað einasta, ið verandi politikarar við løgmanni á odda hava torað higartil, var at fremja ein fullkomuligan meiningsleysan niðurskurð av starvsfólki beint eftir seinasta val fyri síðani at hava mangla fólk líka síðani tá. Talið av aðalráðum hava teir tó hildið verið vert at klandrast um.
Fimm løgfrøðingar meira ella minni í miðfyrisitingin hvørki koppar nøkrum landi ella ger tað til tað besta í verðini. Skal góðskan í miðfyrisitingin mennast og skulu fólk trívast, so skulu bygnaðar broytingar til. Spurningurin er so bara, hvat løgmaður fer at gera við tað, ella um hann eisini fer at goyma hendan trupulleikan til vit í 2015 gerast verðins besta land.
Loysnin er ikki bert at hækka ella lækka talið av løgfrøðingum ella bara gera tað sum danskarar gera. Loysnin er at gera eina skipan til føroysk viðurskifti.









