Miðfyrisitingin – bygnaður og innihald

Herfyri hevði fíggjarmálaráðharrin áhugaverda grein um miðfyrisitingina. Eidesgaard nemur við hetta, at neyðugt er at halda aftur í almennu útreiðslunum. Hann nemur við tal av aðalráðum og vísir á, at hetta er eitt øki føroyingar halda sparast kann. Men hann fer eitt stig víðari. Hann vil vera við, at vit ongantíð komu heilt upp á pláss við miðfyrisitingini eftir stóru kollveltingina hjá Edmund Joensen, táverandi løgmanni og Finn Normann-Christensen miðskeiðis í 90´unum, og Eidesgaard spyr sum vera man, hvat er so frægast nú at gera.

Nú kann tað undra, at ein maður, sum hevur verið løgmaður og er fíggjarmálaráðharri, og sær, at nakað er galið við eini av heimsins dýrastu miðfyrisiting, ikki hevur tikið ítøkilig stig til broytingar. Hetta so mikið meira sum, at fíggjarmálaráðharrin ger vart við, at hann og mong onnur longu aftur í 1996 sóu, at leisturin hjá Normann-Christensen fór ongantíð at gerast tann heilt rætta miðfyrisitingin, sum kom at hóska til okkara lítla land. Vit hava sostatt her ein av landsins fremstu politikarum við ábyrgd av fíggjarmálum, ið staðfestir, at vit hava eina yvirvaksnað og eina til okkara samfelag óhóskandi miðfyrisiting. Eidesgaard vísir á brek við sjálvum bygnaðinum og innihaldinum, og hann leggur upp til eitt orðaskifti um alt hetta. Hann vísir á nøkur løgin viðurskifti, sum uttan iva mong undrast á t.d. talið á deildarstjórum og so hetta heilt margháttliga, at vit hava deildarstjórar uttan deildir og annað mangt løgið.

Fíggjarmálaráðharrin nemur sjálvsagt við talið á aðalráðum og tilsvarandi ørgrynnu av aðalstjórum og stjórnarskrivstovum, sum kosta skattgjaldarunum tað hvíta út úr eygunum. Vit kundu lagt nógv annað løgið afturat, sum vit í okkara blaðvirksemi fáa kunnleika um, men tað lata vit liggja í hesi atløgu. Heldur vilja vit fegnast um, at fíggjarmálaráðharrin nú hevur sett hol á búldin og mæla vit samonguflokkum so væl sum andstøðu til at taka hetta mál í størsta álvara. Vit hava áður her skrivað, at føroyski skattgjaldarin bert í longdini fer at góðtaka henda ovurstóra almenna yvirbygning um øll, vinnulív so væl sum privati borgarin, dagliga kenna, at henda miðfyrisiting er okkum øllum at gangi, og at alt virkar nógv betri. Virkar alt tað almenna betri? Er tænastuveitngin vorðin betri o.sfr.? Vit skulu iki her gita um svarið – hesum má hvør í sínum lagi svara fyri.

Heldur fara vit at staðfesta, at fíggjarmálaráðharrin hevur spælt sítt kort og nú má borðið binda hann og hansara samgongu. Samgongan má við øðrum orðum taka sær um reiggj og finna fram til ein bygnað og eitt innihald fyri miðfyrisitingina, sum hóskar til føroyska samfelagið. Her má og skal nakað henda í hesum valskeiði. Tað verður ikki lætt, eitt nú tí aðalráðini eru vorðin partar av landsstýriskabalunum og eitt nú tí máttmiklir aðalstjórar, deildarstjórar og ráðgevar ganga í stórum torvum inni í skipanini. Men hetta óskil má steðga. Farið til verka og latið okkum síggja nøkur úrslit. Og síðst men ikki minst: latið okkum fáa eitt tjak um alt hetta. Teigar okkara eru til taks.
________
Sosialurin