Fosturtøka er ikki nakað, vit skula velja fram um lívið, men kvinnan ræður álíkavæl sjálv, hvat hon ger, tað er ikki hetta, familjumálaráðharrin er úti eftir, men hann vil kanna hvørjar orsøkirnar eru, til at talið av fosturtøkum er so høgt, og hvussu vit í Føroyum kunna fyribyrgja, at so mong børn sum í dag ikki síggja dagsins ljós.
Vísir hetta seg at vera sosialir og aðrir trupulleikar í samfelagi okkara, so má nakað gerast fyri at hjálpa hesum kvinnum og børnum teirra, og tað kann ikki vera nakað skeivt í, at okkara familjumálaráharri roynir at finna fram til ein bata fyri kvinnur og børn teirra, ið enda í tílíkari støðu.
Tú efirlýsir, hvar maðurin er í øllum hesum, er tað ikki mangan so, at eingin maður er? Men at maður og kvinna ofta hava sex í dag sum ein vanligan part uttan fyri hjúnalagið, og tí er støðan ofta tann, at kvinnan stendur einsamøll, tá hon er komin í ta støðu at vera vorðin við barn. Hetta kann hugsast, men er ikki pent av manninum, um so er, men um vit settu hjúnarlagið í hásæti og hesi giftust, so var støðan ein onnur.
Annars tøkk fyri at tú ert opin um evnið, og vil eg geva tær rætt í, at revsingin fyri at gera seg inn á kvinnur og børn skuldi verði nógv strangari í Føroyum.