Miðflokkurin vil hava føroyskt fátækramark

Beint eftir nýggjár fer Miðflokkurin at reisa málið í Løgtinginum um at áseta eitt formligt føroyskt fátækramark. Tað sigur Jenis av Rana, floksformaður, í morgun.

Hann stúrir fyri, at mong børn í Føroyum liva undir alt ov vánaligum umstøðum.

Hann vísir á, at 759 børn hava fingið hjálp umvegis tiltakið ?ì menniskjum góður tokki?, samstundis sum eisini aðrir felagsskapir og einstaklingar gera manngott arbeiði.

Hann heldur, at tøl, sum hesi, eru ein staðfesting av, at vit mugu áseta eitt fátækramark í Føroyum og hetta er ein spurningur, sum Miðflokkurin fer at reisa í Løgtinginum beint eftir nýggjár.

- Vit mugu beinanvegin Her fáa eina greiða mynd av støðuni í Føroyum og harnæst mugu vit seta í verk tiltøk, ið kunnu veita hesum líðandi børnum tryggar og virðiligar umstøður at vaksa og mennast undir, sigur floksformaðurin.