Endaligi vallisti Miðfloksins fyriliggur ikki enn og verður sambært formanninum Jenisi av Rana helst kunngjørdur mikudagin, og hann fer at telja millum 10 og 15 valevni. Jenis av Rana greiðir frá, at flokkurin hevur viðgjørt støddina á listanum til danska fólkatingsvalið 8. februar, og teir hava valt at stilla upp við einum relativt stórum lista, hóast hin møguleikin eisini hevur verið uppi at venda. Men skulu vit so vænta okkum nakra nýggja kanón á listanum hesuferð?
- Nei. Talan verður í stóran um somu nøvnini, sum hava mannað okkara listar seinastu trý valini, sigur Jenis av Rana. Formaður er sjálvsagt realistiskur og væntar ikki nakran fólkatingssess, men hann er kortini spentur til valdystin.
- Eg eri væl vitandi um, at einki annað enn eitt undur kann geva okkum ein fólkatingssess, men vit fara enn einaferð at nýta høvið til at berjast fyri okkara sjónarmiðum, sigur Jenis av Rana.
Útlendingar í fokus
Men hóast vallistin ikki er tøkur enn, hevur Miðflokkurin funnið fram til, hvørji mál skulu á dagsskránna í valdystinum hjá lítla flokkinum við øðrvísi sjónarmiðunum. Umframt traditionella politikk floksins við sterku átrúnaðarligu dimensiónunum fara Jenis av Rana og hansara fólk fram til 8. februar at seta umstrídda útlendingamálið í fokus.
- Miðflokkurin fer í hesum valdystinum at kasta ljós á skammiligu viðgerðina, útlendingarnir í Føroyum hava fingið frá núverandi samgongu. Samstundis fara vit eisini at leggja dent á yvirornaða spurningin um føroyska tjóðarfrælsið, sigur Jenis av Rana. Spurdur um ítøkiligu sjónarmið Miðfloksins viðvíkjandi útlendingamálinum er formaðurin greiður.
- Síðani nýggja samgongan tók við, eru stórar broytingar farnar fram á útlendingaøkinum, og vit meta støðuna vera skammiliga. Útlendingar í Føroyum hava onga trygd fyri degnum í morgin, og hesum ætla vit at finnast at og steðga, sigur Jenis av Rana. Høvdingin í Miðflokkinum sigur, at vit úr skriftunum í Gamla Testamentið fáa greið boð um, hvussu vit skulu fara við okkara útlendingum.
- Skriftin áleggur okkum orðarætt at taka okkum av teimum fremmandu í okkara samfelagi, tí eisini vit vóru einaferð fremmand. Hesa skyldu hevur núverandi samgonga so dyggiliga svikið, er náðileysi dómurin hjá Jenisi av Rana.
Sum Jenis longu hevur víst á í miðlunum í seinastu viku, umboðar Miðflokkurin eisini tað sjónarmið, at føroyingar eiga at leggja seg út í donsk viðurskifti og danskan politikk, so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum.
- 90% av okkara lógum stava úr Danmark og eru fyrireikaðar á Christiansborg, og tí eiga føroyingar at krevja at vera partur av tí prosessini eisini, metir Jenis av Rana.
40.000 krónur
Triði valdysturin innanfyri eitt ár er nú spakuliga farin í gongd, og spurdur, hvussu fíggjarliga orkan er til enn ein valdyst hjá einum so lítlum flokki, er Jenis bjartskygdur.
- Vit eru ein lítil flokkur og hava tí ikki dýrar vanar. Okkara útreiðslur til valdystirnar er langt niðanfyri alt tað, størru flokkarnir nýta, og vit megna tí saktans enn ein valdyst, sigur Jenis av Rana. Formaðurin sigur, at flokkurin leggur dent á ikki at fara út um síni fíggjarlig mørk og koma í skuld, og tí verður ikki satsað tað stóra.
- Meðan aðrir flokkar nýta milliónir, nýta vit sera lítið. Býráðsvalið í heyst kostaði okkum umleið 40.000 krónur, og vit vænta umleið somu upphædd hesuferð, sigur Jenis av Rana at enda.
Mynd:
- Skriftin áleggur okkum orðarætt at taka okkum av teimum fremmandu í okkara samfelagi, tí eisini vit vóru einaferð fremmand. Hesa skyldu hevur núverandi samgonga so dyggiliga svikið, og útlendingar í Føroyum hava onga trygd fyri degnum í morgin, er náðileysi dómurin hjá Jenisi av Rana










