Miðflokkurin landsfund leygardagin

Ársins landsfundur hjá Miðflokkinum verður leygardagin 25.august í Norðurlandahúsinum

Lagt verður út við morgunmati kl. 09 og kl. 10 verður fundurin settur. Gestarøðarar í ár eru Elsi og Magni Christiansen, ið fara at greiða frá síni støðu, har tey m.a. valdu at flyta til Danmarkar fyri at fáa ta hjálp og tann stuðul, tey høvdu tørv á vegna serstakar umstøður, herundir koma tey eisini at nema við føroyska almanna- og skúlaverkið. Umframt hetta verður politisk og felagslig framløga, kjak og onnur spennandi innsløg. Eisini verður ein góður biti til alt fundarfólkið, sigur Miðflokkurin í tíðindaskrivi.