Miðflokkurin hevði fingið tvey umboð á løgting, um val var í dag. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, ið Gallup hevur gjørt fyri Fregnir.
Sambært kanningini er Sambandsflokkurin framvegis størsti flokkur og fær níggju umboð á ting. Tjóðveldisflokkurin fær átta tinglimir, Javnaðarflokkurin fær sjey, Fólkaflokkurin fær seks tinglimir, Miðflokkurin fær tvey, meðan Sjálvstýrisflokkurin sambært kanningini einki umboð hevði fingið á løgting, hevði val verið í dag.
Í mun til seinastu kanning, ið Gallup gjørdi fyri blaðið í oktober, er einasta broytingin, at Fólkaflokkurin missir ein tinglim, meðan Miðflokkurin fær ein afturat. Í prosentum gongur Fólkaflokkurin aftur úr 21,3 niður í 19 prosent, meðan undirtøkan hjá Miðflokkinum økist úr 3,8 prosentum upp í 5,2 prosent.
Samgongan framvegis ikki meiriluta
Líka síðan valið 30.apríl hevur Gallup gjørt regluligar kanningar, einaferð um mánaðin, fyri Fregnir. Kanningarnar vísa, at samgongan, ið hevur 17 tinglimir aftanfyri seg, misti henda meiriluta, longu í juni mánað. Og síðan hevur samgongan ongantíð megnað at vinna seg uppaftur á 17 tinglimir í veljarakanningunum. Í juli og í august vístu kanningarnar, at samgongan bara hevði fingið 15 tinglimir, hevði val verið tá. Hesar báðar mánaðirnar fekk Sambandsflokkurin 10 tinglimir. Síðan hava teir fýra samgonguflokkarnir í hvørjari av mánaðarligu kanningunum í Fregnir bara fingið 16 tinglimir. Havast skal tó í huga, at hóast samgonguflokkarnir í nýggjastu veljarakanningini bara fáa 16 tinglimir, so høvdu flokkarnir fingið tilsamans 51,1 prosent av atkvøðunum, hevði val verið í dag.