Hetta er nakað, sum kemur øllum til góðar og ikk bara einstøkum bólkum í samfelagnum. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Løgtingið viðger eitt uppskot um at samkynd skulu fáa somu rættindini í barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.
Samgongan er komin í rasshaft av hesum, tí Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við uppskotinum, uttan so, at samgongan ikki loysir málið.
Tí hevur Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum snikkað eitt alternativt uppskot til, har orðið samkynd ikki er nevnt, men har endamálið er, at ein stakur forsyrgjari kann geva onkrum øðrum rættindi til barsilsgjald og farloyvi hjá hinum foreldrinum.
Andstøðan sigur, at hetta máar støðið undan barsilsskipanini, tí hon er ein arbeiðsmarknaðarskipan sum tryggjar foreldur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, men nú kunnu fólk, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, eisini fáa barsilsgjald.
Men Bill Justinussen ger greitt, at Miðflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá Christiani Andreasen.
Hann sigur, at tað er ein mál hjá samgonguni, at pengarnir skulu fylgja barninum, tí tað er tørvurin hjá barninum, sum er í fremstu røð. Tað eru ikki partarnir á arbeiðsmarknaðinum og ikki rætturin hjá vaksnum fólki at fáa børn, sum eru í fremstu røð.
Bill Justinussen sigur, at hetta uppskotið er galdandi fyri øll foreldur, sum eru einsamøll við einum barni, tí tey kunnu hava brúk fyri at fáa onkran at hjálpa sær, og tað fáa tey nú.
– Tað er ein støða, nógvar kvinnur eru í, so hví ikki kunnu tær ikki fáa frælsi til at fáa onkran at hjálpa sær, sigur hann.
Hann sigur, at sostatt er hetta eitt uppskot, sum kemur øllum til góðar – eisini samkyndum foreldrum. Men tað tekur Miðflokkurin undir við, tí øll skulu hava sama rætt.