Tað kom okkum í felagnum Ælabogin dátt við at lesa útsagnir Jenisi av Rana í fjølmiðlunum týsdagin.
Jenis av Rana sigur millum annað: »Miðflokkurin slítur samgonguna, um tey kynsvillu verða fevnd av lógini um persóns- og arvarætt«.
Formaður Miðfloksins ger somuleiðis greitt, at hann ikki góðtekur orðið samkynd, men brúkar konsekvent orðið »kynvillingar« (Dimmalætting 25. november 2003).
Vit kunnu als ikki góðtaka, at ein formaður í einum flokki á Føroya Løgtingi nýtir slík orð og beinleiðis eyknevnir ein minnilutabólk í samfelagnum. Ein minnilutabólkur, ið telur fimm til seks ferðir fleiri fólk enn samlaða talið av veljarum hjá Miðflokkinum.
Slík háðan heldur lív í homofobisku rørsluni her heima, ið tíverri hevur havt alt ov góð gróðrarlíkindi. Eini háðan, ið hevur verið atvoldin til, at samkynd í hópatali hava verið noydd at rýma av landinum vegna vánaligu viðurskiftini.
Tílík happing er enn eitt dømi um, at vit samkyndu hava tørv á lóggávuvernd. Higartil eru slíkar útsagnir frambornar fullkomiliga ótalaðar í hesum landi. Einum landi, ið sigst byggja á fólkaræðiliga grund.
Sum er finst eingin lóggávuvernd fyri samkynd í Føroyum. Samkynd eru annars fevnd av tílíkum diskriminatiónslógum í framkomnum demokratiskt sinnaðum londum.
Sjúkugerð
Vit í felagsskapinum Ælabogin átala harðliga hesi sjúkugerð av samkyndum. Eini sjúkugerð, sum ikki hoyrir heima í upplýstu Føroyum anno 2003.
Tað eru áratíggju síðani WHO - alheims felagsskapurin hjá ST, ið stríðist móti sjúkum um allan heim - strikaði homoseksualitet av listanum yvir sjúkur.
Vit samkyndu undrast stórliga á, at sjálvsøgd demokratisk borgararættindi, sum skrásett parlag, skulu kunna slíta samgonguna.
Í sama viðfangi vilja vit inniliga heita á Høgna Hoydal, landsstýrismann við lógarmálum, sum áður hevur lovað samkyndum lóggávuvernd, at vísa í verki, at hann meinar tað, hann hevur sagt.
Somuleiðis heita vit á øll demokratiskt sinnaði tingfólk at stuðla løgmálaráðharranum í hansara stríði fyri samkyndum.
Felagsskapurin Ælabogin fegnast um, at Miðflokkurin ikki longur umtalar samkynd sum »deyðans illgres«, eins og tey áður hava gjørt á heimasíðu síni.
Allur bati bøtir. Vit heita á Jenis av Rana og Miðflokkin um ikki at nýta tílíkar niðrandi útsagnir og vóna, at tey taka undir við lóggávuvernd fyri samkynd.
Vegna Ælabogan, felag fyri samkynd
Beinta L. Jacobsen
Tina K. Jakobsen
Sonja J. Jógvansdóttir
Eyðfríð Kristiansen
Jacob Pedersen
Mia Wenningsted










