Miðflokkurin dregur í land

– Tað gevur lítla meining at atkøvða fyri eini uppboðssølu, um hon ikki verður samtykt kortini.

Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og soleiðis bendir alt á, at orrustan um uppboðssøluna er av á hesum sinni.

Tað vóru teir tríggir samgongumenninir, Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddu við andstøðuni mikudagin. Bill Justinussen sigur, at um Miðflokkurin atkvøður við andstøðuni, meðan Eivin Jacobsen og Helgi Abrahamsen atkvøða við samgonguni, so gevur tað bara løgmanni tann trupulleika, at hann má tveita Miðflokkin úr samgonguni, og tað var ikki tað, sum var meiningin, sigur Bill Justinussen.

Eivin Jacobsen vil ikki siga, um hann hevur broytt støðu. Sambandsflokkurin hevur innanhýsisfund í morgun, har endaliga avgerðin fellur.

Soleiðis stendur og fellir avgerðin um uppboðssøluna av 23.000 tonsum av makreli við støðuni hjá Eivini Jacobsen.