Miðflokkurin, Bjørt Samuelsen og Jógvan Skorheim á FM1 seinnapartin

Miðflokkurin vitjar millum klokkan 15 og 16. Bjørt Samuelsen og Jógvan Skorheim kjakast millum klokkan 16 og 17

Tvær politiskar sendingar verða á FM1 seinnapartin, ið royndi journalisturin og politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen reikar fyri.

Klokkan 15.05 til 16 vitjar Miðflokkurin Rásarúmið í Krosslíð í vesturbýnum í Havn.

Klokkan 16.05 til 17 verður kjak millum Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi) og Jógvan Skorheim (Sjálvstýri).

Øll kunnu hoyra sendingarnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Sendingarnar verða endursendar á FM1 í kvøld millum klokkan 20 og klokkan 22.

Sendingarnar koma út á in.fo í kvøld klokkan 21.05 og klokkan 22.05.