Miðflokkurin:Avtalan liðug

?Tá ið Lisbeth og Jóannes eru farin til samráðingar við Fólkaflokkin uttan at siga okkum frá, so er avtalan millum okkum liðug, sigur Jenis av Rana, sum eisini hevur boðað løgmanni frá hesum

POLITIKKUR

Jenis av Rana er ikki nøgdur við, at Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen og teirra flokkar halda fundir við Fólkaflokkin.
?Tá ið Lisbeth og Jóannes eru farin til samráðingar við Fólkaflokkin uttan at siga okkum frá, so er avtalan millum okkum liðug. Vit meta ikki, at vit kunnu kalla okkum bólk longur, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana hevur boðað løgmanni frá hesari støðuni hjá flokkinum. Hann hevur gjørt hetta, tí løgmaður, Anfinn Kallsberg, áður hevur sagt, at teir ikki vistu seg vissar í, hvørt Miðflokkurin enn var partur av andstøðuavtaluni.
Jenis av Rana heldur, at hinar báðir partarnir í avtaluni, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, hava gjørt avtaluna til eina vittigheit.
?Vit vilja nýta sama frælsið, sum hinir báðir flokkarnir hava gjørt, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur tó, at fer løgmaður niðan í tingið við 16-16, so stendur andstøðan enn saman.
Í skrivandi stund verður dúgliga ferðast millum hølini á Gamla Apoteki. Fundirnir verða framvegis kallaðir óformellir. Anfinn Kallsberg hevur ikki boðað frá øðrum enn, at hann heldur fram við sekstan tingmonnum í sínum parti.

Enn galdandi
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sigur við Sosialin, at hann ikki heldur nakra avtalu vera brotna fyri tí, at teir hava hildið nakrar óformellar fundir við Fólkaflokkin. Hann sigur seg bara kunna staðfesta, at støðan er fastlæst sum er.
Hann sigur, at andstøðan hevur eina avtalu, ið tryggjar, at teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, standa saman, um samgongan fer niðan í tingið við støðuni 16-16. Hetta kann so væl enda við, at lutakast verður um tingformanssessin og kanska eisini formanssessir í løgtingsnevndunum.
?Vit kravdu eina formansrundu, men løgmaður stendur við sítt. Hetta kunnu vit bara staðfesta. Avtalan er framvegis galdandi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at hann ætlar at fara at tosa við Lisbeth L. Petersen, forkvinnu í Sambandsflokkinum, um hvat hendir við avtaluni teirra millum.