Bogi Andreasen, varaborgarstjóri sigur, at miðbýurin skal endurnýggjast, og tiltøk setast í verk við tí fyri eyga, at gera miðbýin til eitt savningarstað fyri allar føroyingar Í samrøðu við Rás2 sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, at kommunan hevur eina langtíðarætlan, um hvussu miðbýurin skal mennast til aftur at verða eitt savningarstað fyri allar føroyingar.
- Tað er eingin loyna, at miðbýurin er vorðin heldur óáhugaverdur at ferðast í, og tískil mugu broytingar til, soleiðis at hann aftur kann verða tað savningarstaðið, ið ein miðbýur skal verða, sigur Bogi Andreasen.
Hetta hevur kommunan eitt boð uppá. Millum annað skal býarbókasavnið í miðbýnum flytast til gonguhædd, og uttanfyri skal verða eitt spælistað, soleiðis at umhvørvið eisini gerst barnavinaligur.
Fyrsta liðið í tilgongdini er ein kafé, ið fyri fyrstu ferð letur dyrnar upp í dag kl. 17.
Kafein er í miðbýnum í Havn, og hevur hon millum annað ein stórt uttanduraøki, har til ber at njóta eitt hvørt í hugnaligum umhvørvi og undir hitalampum. Kafein letur upp í dag kl. 17, har tónleikararnir Kim Hansen og Jens Marna Hansen spæla nakrir tónar.