Miðbýurin í Havn kortini varðveittur

Tað er at fegnast um, at formansskapurin í løgtinginum kortini hevur slept ætlanini um at ríva niður gomlu tinghúsini og at byggja nýggjan stóran bygning í miðbýnum í Havn.

 

Formansskapurin hevur nú gjørt er av, at tinghúsini aftur skulu hava sniðið, tey høvdu eftir umvælingina í 1907, tá tey vórðu út- og umbygd.

Tað er ein sannroynd, at løgtingið ikki hevur havt nóg góðar arbeiðsumstøður, so einki forgjørt er í tí, at bøtt verður um hetta, so bæði politikarar og umsiting fáa virðiligar umstøður at arbeiða undir.


Men fleiri ivaspurningar vóru um hina verkætlanina, sum formansskapurin í fjør ætlaði at seta í verk: at byggja stóran modernaðan bygning, har tinghúsið hevur staðið seinastu hálvuaðru øldina. Fortíðin hevur so mangan sagt okkum, hvussu skeivt tað er at lata tað gamla falla fyri tíðarinnar tonn, heldur enn at nýta framskygni - og finna onkra frægari loysn, sum ikki forkemur tí gamla.


Nýggja tinghúsætlanin byggir eftir øllum at døma á hesa læru. Ætlanin er at lata tinghúsið verða karmin, skifta klædning, vindeygu og tak, so tinghúsið aftur fær ta útsjónd, tað hevði til umbyggingina seinast í sjeytiárunum. Tann útbyggingin var heldur miseydnað - í øllum førum, um ætlanin var at frá fram gamlan føroyskan byggisið.


Tá er byggingin í Tinganesi nakað heilt annað. Har hava tey bygt nýggj skivstovuhøli í gamlan stíl, so at gomlu handilshúsini, sum brunnu í grund í 1950, eru endurreist til mikið prýði fyri býin. Havnarfólk kunnu vera stolt av Tinganesi.


Miðbýurin í Havn er ov illa hagreiddur, tá tað ræðu um stórar bygningar, sum ikki eru bygdir við fyriliti. Slíkt er altíð trupult. Men at fríðka um og brúka verandi bygningar, er altíð frægari, enn at oyðileggja enn meira.


Ætlanirnar hjá Tórshavnar býráð, um fríðkan av gongugøtuni og økinum við Tinghúsið fara eisini at fríka munandi um miðbýin í Havn.


Havnarborgarar kunnu tí fegnast um, at miðbýurin verður varðveittur í tí gamla, hugnaliga stíli, vit eru von við?hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.

Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.


Hvat fer at henda?

Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?

Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.

Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.

T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.

Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.

Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.

Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.


Pensjónsskipanir

Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.

Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.

Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.

Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.

V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.


Framhald

Jóannes Eidesgaard