Hildur Eyðunsdóttir
býráðslimur og valevni Tjóðveldisfloksins, www.eydunsdottir.com
Eg skilji væl, at eigarin av húsunum hjá Anton Degn kennir seg snýttan. Hann keypti eina ogn, sum ongar treytir hingu við, og ætlaði sær at byggja eini býarhús sum vóru sambært byggisamtyktunum
Men eg haldi ikki at henda byggiætlanin var góð og gagnlig fyri býin. Degnshúsini skulu heldur takast við í eina menningarætlan fyri miðbýin, har Tinghúsvegurin verður umskapaður til trivna og lív, til eina gongugøtu har gomlu urtagarðarnir vera latnir upp fyri almenninginum, har klubbagarðurin verður til fólk at trívast í, sum eitt virðiligt býarpláss frammanfyri Tinghúsini. Ein íslendskur rithøvundur helt fyri, at Tórs-havn var vakrasti høvuðsstaður í norðanlond-um, júst tí so nógv av tí gamla var varðveitt. Men tað merkir ikki at einki má henda í býnum. Býurin skal vera livandi og mennast, men menn-ingin skal gerast við ansi fyri tí sum er vert at varðveita, og við at tað sum verður bygt í dag, eisini fer at verða vert at varðveita.
Heildarætlan fyri miðbýin
Málið við Degnshúsunum er eitt gott dømi um at vit mugu hugsa miðbýin á nýggjum. Vit mugu endurskoða byggisamtyktirnar, so vit fáa tann býin sum vit ynskja, ein hugnaligan bý, har fólk búgva, men eisini ein bý sum angar av býarlívi. Útvent virk-semi sum handlar, kafé'ir, hárfríðkanar-stovur, sjónleikahús, venjingamiðstøðir og mangt annað, skal fáa fólk at trívast í Havn, og vit skulu eisini varðveita bústaðarøki í býnum, tí einki skapar so gott lív sum spælandi børn, sjaggandi gomul og virkin ung. Ein góð heildarætlan er hon sum setur ávís øki av til handilsgøtur og onnur til bústaðarøki.
Keiøkið við í miðbýarætlanina
Eisini havnarlagið eigur at vera við í heildarætlanini. Aðrastaðni kring okkum, hava býir valt at flyta góðshavnir útum býin, so hvørt sum bilar, bingjur og skip eru vorðin so stór at tey hótta trivnaðin. Ístaðin eru gomlu havnirnar gjørdar um til býarøki, har mentan og vinna trívist í tí serstaka umhvørvinum sum er framvið sjóvarmálanum. Hetta er gjørt í Keypmannahavn, í London, og tað er eisini í ferð við at blíva gjørt í Reykja-vík. Avbjóðingin er hin sama í Havn. Serliga nú altjóða reglur krevja, at keiøkið verður stongt fyri almenninginum, er neyðugt at hugsa um aðra nýtslu av havna-lagnum. Tað nyttar heldur ikki nógv at tosa um at tálma ferðsluna í miðbýnum, so leingi sum allur farmurin og øll bil-ferðafólkini skulu um miðbýin. Eisini tí mugu vit taka keiøkið við í miðbýarætlanina.
Samstundis mugu vit sjálvandi finna útav hvussu vit skipa samferðslu og farmaflutning, so trupulleikarnir ikki bara verða fluttir, men so at hetta virksemið verður til gagns, har tað verður flutt. Ein betri miðbýur skal ikki merkja at Kollafjørður ella aðrir útjaðarar gerast verri fyri.
Trivnaður skapar menning
Besta amboðið at fremja trivnaðin í Tórshavnar kommunu, er ein góð heildarætlan, sum verður gjørd í fullum opinleika, so bæði tey sum búgva í kommununi, og tey sum gera íløgur í kommununi kenna seg trygg. Vit skulu skapa ein bý har trivnaðurin verður settur fremst. Har fólk vera tikin framum bilarnar, har mentan og vinna trívist saman.









