Miðbýarlund ella soppaskrímsl

Framúr vakran miðbý ella

Eyðun á Borg
á Borg í gýtusól 2012
------

GYLTI MØGULEIKIN: Víðsjónafólk hava ætlanir um ein nýggjan, tíðarhóskandi skúla í vesturbýnum heimi í Havn. Hesar framskygdu ætlanir gera, at tit havnarfólk fáa ein gyltan møguleika til at skapa ein ómetaliga vakran miðbý, sum kann gerast tiltikin millum manna. Her verður hugsað um eina sera vakra miðbýarlund, har uppafturlatingin av Havnará verður ein partur av verkætlanini.
KLINGRULEIKHÚS: Neyvan verður pláss fyri tjóðleikhúsinum á ruddaða økinum, men helst hevði borið til at gjørt eitt opið klingruleikhús (amfiteatur) í miðbýarlundini.
KLAKSVÍK: Í Klaksvík hava tey stóra hugskotskapping um miðbýin har norðuri. Meir enn 150 uppskot eru komin úr ymsum heraðshornum. Skipið tit í Tórshavn eisini fyri slíkari hugskotskapping um miðbýarlundina!
BETONGKASSIN: Hugstoytt, ella tað, sum verri er, at hoyra fólk tosa um at lata soppafongda betongkassan standa. Hugsið nú eitt sindur størri, víðari, grønari!
LISTAVERKINI: Bjargið listaverkunum, bæði innan- og uttandura, og ruddið so økið til framtíðarinnar fagra miðbý!
Við grønari miðbýarkvøðu