Tiltak
Mótasýningin er fyri handlar í miðbýnum í Havn. Áðrenn sjálv mótasýningin, sum verður í annaðkvøld frá klokkan 20, byrjar, upptraðka nakrar dansigentur, sum eru í klæðum frá Sirri og hava fingið gjørt hár frá Royal, siga fyrireikararnir.
Tá mótasýningin er komin í helvt verður steðgur, har Uni Debes kemur at spæla nøkur løg. Sagt verður, at mótasýningin hesaferð er eitt sindur øðrvísi við øðrvísi modellum.
Ein ferðaseðil frá Atlantsflog verður lutaður burtur, og aðrir góðir vinningar verða eisini í sambandi við lutaseðlasølu. Eisini verður okkurt at fáa til matna.
Atgongumerki til mótasýningina í Rex, sum byrjar klokkan 20 hóskvøldið 8. november, fáast á Kunningarstovuni í Havn.