Miðalvekt á veturgomlum var 96 pund!

Tað er ikki smávegis, sum veðrarnir hjá einum suðuroyingi royndust væl hóskvøldið.

 

Tað er stuttligt at frætta um fletting og góðar veðrar, nú vit eru í - ella nærkast - fjalltíð. Fleiri, sum hava heimaseyð, hava longu flett, og ivaleyst hava fleiri flett í dag eisini, nú tað er leygardagur.

Hóskvøldið fletti Trygvi Kjærbo í Vági fýra veturgamlar veðrar, og tað var ikki hissini, sum allir hesir vóru stórir - uttan undantak. In.fo frættir, at veðrarnir vigaðu úr 87 pundum og upp í 103 pund.

Neyvt var vektin á teimum fýra veðrunum hjá Trygvi Kjærbo ávikavist 103, 100, 94 og 87 pund, sum gevur eina miðalvekt á heili 96 pund! Tað má næstan vera óhoyrt, tá havt veðrur í huga, at allir vóru veturgamlir.

Lesarar eru framvegis vælkomnir at senda okkum myndir og tekst av fletting - á post(at)sos.fo. Tað nýtist ikki endiliga bara at snúgva seg um stórar veðrar, tó at teir eisini eru vælkomnir.

Tað hevði eisini verið stuttligt at fingið myndir og nøvn av ungum flettarum, kvinnum sum fletta - ella onkrum serstøkum í samband við seyð og fletting.

##med2##