Ein miðalstór grind varð funnin yviri við Strond fyrr í dag. Hon ferðaðist skjótt og liggur nú við Glyvursnes.
Grindin verður hildin til í Sandágerði í Havn, og hon verður mett at vera miðalstór. Finnbogi Midjord, sýslumaður, veit ikki, nær grindin verður hildin til. Bátarnir eru akkurát farnir út, og fleiri eru á veg.
Fyri løtu síðani, tá in.fo tosaði við løgregluna, var talan ikki um so stóra grind, og tá roknaðu tey við, at grindin ikki varð hildin til.