Nøgdirnar av hýsu á marknaðinum í dag vóru smáar, men prísurin var góður. Hýsa 2 fór fyri miðalprísin 16,83 krónur fyri kilo. Meðan miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár var 12,28, var miðalprísurin við søluna í dag 11,73 krónur fyri kilo.
Størstu einstaku nøgdirnar, sum seldar vórðu í gjár og í dag, eru brosma og longa, men prísurin fyri hesi fiskasløg var heldur lægri við søluna í dag enn í gjár.
Í dag vóru eisini góð 20 tons av toski á marknaðinum, harav nøgdirnar av toski 3 og 4 vóru tær størstu. Miðalprísurin fyri tosk 3 og 4 var ávikavist 13,09 og 12,03 krónur fyri kilo.
Eitt sløð av hýsu var eisini á marknaðinum í dag, og her fór hálvt fimmta tons av hýsu 2 fyri miðalprísin 16,83 krónur fyri kilo, sum er góður hýsuprísur.
Í gjár vórðu góð 177 tons seld fyri slakar 2,2 miljónir, og í dag seldi Fiskamarknaður Føroya 111 tons fyri 1,3 miljónir krónur.










