Miðalprísur minni enn 8 krónur fyri kilo

Í dag vórðu tilsamans 267 tons av fiski seld á Fiskamarknaði Føroya fyri 2,1 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var niðanfyri 8 krónur fyri kilo. Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var bert 7,94 krónur fyri kilo. Sjáldan áður hevur miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt verið so lágur ein søludag.

Tað vóru ikki prísirnir á toski og hýsu, sum hálaðu miðalprísin á marknaðinum niður. Toskur 3 og toskur 4 fingu ávikavist 12,80 og 10,53 krónur í miðal fyri kilo.

Besti miðalprísurin á hýsu var 10,46 krónur fyri kilo, og hýsa 2, sum mest var av í dag, fekk miðalprísin 9,23 krónur fyri kilo.

Í dag var meiri upsi enn vanligt seldur á Fiskamarknaði Føroya. Talan var um sløk 100 tons, og hóast miðalprísurin á upsa er rættiliga støðugur ? góðar 6 krónur fyri kilo ? so hálar ein so stór nøgd av upsa miðalprísin nakað niður.

Samlaða virðið av søluni av teimum 267 tonsunum í dag var stívliga 2,1 miljónir krónur.