Miðalhitin hækkar 1,8 stig í Arktis

- Hvussu stórur verður hitin í arktiska tundra-økinum í 2050?

Henda spurning fara føroyskir granskarar, saman við starvsfelagum kring allan heimin at royna finna svarið uppá. Hesir granskarar koma úr so ymiskum londum sum Kanada, Australia, USA, Noreg, Ísland, Japan, Holland, Svøríki, Skotland, Finland, og Danmark.

Áðrenn ein kemur so langt, hevur verið neyðugt við nógvum og drúgvum kanningum, fyri at koma fram til, hvussu hesar broytingar fara at ávirka plantulívið í framtíðini.

Skal ein trúgva teimum forsøgnum, sum longu nú eru komnar fram til, fer miðalhitin í arktisku tundra-økinum at vera 1,8 stig hægri í 2050 enn í dag.

Hóast tað ikki ljóðar av nógvum, so fer hetta uttan iva at fáa stóra ávirkan føðigrundarlagið hjá millum annað reinsdjórum.