Fiskavirkini
Rasmussen & Weihe hava eisini gjørt eitt yvirlit yvir ársverkini í fiskiídnaðinum á landi á teimum virkjum, sum eru við í greiningini.
Hagtølini siga, at ársverkini árini 2000-2004 eru minkaði við 4,8% - og árini 2003-2004 er minkingin 10,4%.
- Talvan vísir, at ársverkini í 2004 eru 57 færri enn í 2000. Talið minkar nakað í 2003 og tað minkar nógv í 2004. Hinvegin øktist talið av ársverkum støðugt árini 2000-2002.
Grannskoðarafelagið vísir á, at miðal árslønin er økt øll árini, og størsti vøksturin var í 2002, og í 2004 er staðfestur ein vøkstur upp á 5,5%.
- Samanlagt er miðal árslønin hækkað 20,9% hesi 4 árini.
Ráfiskur
Nøgdin av ráfiski fyri hvørt ársverk er á sama støði árini, 2000-2002, men lutfalsliga ráfiskanøgdin fyri hvørt ársverk minkar árini 2002-2004.
- Hetta merkir, at talið av ársverkum sum heild fylgir vøkstrinum í ráfiskanøgdini í árunum 2000-2002, men í 2003 og 2004 eru fleiri ársverk fyri hvørt kilo av ráfiski. Hetta er galdandi fyri at kalla øll fiskavirkini, sigur felagið.
Rasmussen og Weihe vísa á, at úrslitið fyri "óvanligt" fyri hvørt ársverk hevur verið rættiliga ymiskt hesi fimm árini, men hetta er minkað markant í 2003 og 2004 í mun til 2001 og 2002.