Miðal(gott) ár

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

2011 var eitt gott filmsár. Tað var yvirskriftin í einum blaði stutt fyri jól.

Eg eri ósamdur. Sambært tí, sum var at síggja og tíverri eisini hoyra filmskvøldið í Norðurlandahúsinum hálvan desember, var 2011 ikki nakað betri filmsár enn onnur filmsár.

Tá eg búði í Íslandi í trýssunum, var filmslistin har í somu støðu sum tann føroyska er nú. Trilvandi við somu ússaligu umbering: eingir pengar, eingir pengar, eingir pengar. Fólk høvdu lært at gera filmar, men filmsrullan mól ikki rættiliga. Nú hevur Ísland ein heilan filmsídnað, uttan tó nakra veruliga filmslist.

Eg minnist so væl, at filmsfólkini í Íslandi tá tosaðu um, hvussu sera umráðandi tað var at byrja við at gera dokumentarfilmar, heimildarfilmar, áðrenn farið varð undir leikfilmarnar.

Eg skilti ongantíð, ikki tá, hví júst tað var so umráðandi. Vildi heldur ikki spyrja, tí so avdúkaði eg bara, hvussu býttur eg var.

Men eg haldi, at eg skilji tað nú.

Tey, sum gera filmar, noyðist at kenna lívið hjá fólki, samfelagið, ja, tilveruna sum heild, áðrenn tey lata tey í fiksjón. Og hvussu fært tú innlit í alt hetta, jú, við at gera dokumentarfilmar.

Vit eru her heima aftur. Við at seta 2011 upp í móti eldri føroyskum filmum, dugi eg illa at hóma nakra framgongd.

Hvar er Teitur Árnason? Hansara filmur, hansara dokumentarfilmur, “Burturhugur” úr Hattarvík, er eftir mínum tykki, og eg havi skil fyri filmi, besti filmur, sum føroyingur hevur gjørt.

Og hví slepti Heiðrik á Heygum endanum, hann hevði fatur í í 2009?

Hansara perla “Mítt rúm” við einari góðari søgu, einum beinraknum og klókum boðskapi og ikki minst einum framúr flottum trýssarastíli í svørtum og hvítum og gráum neyvum komposisjónum, er ein forbannað góður filmur.

Einki av tí, sum eg havi sæð hjá Heiðriki síðani tá, er líka gott.

Eg vónaði tá, at hesin blaðungi maðurin, sum longu tá var óvanliga búgvin í sínari list, fór at halda fram á hesi kósini. Men tíverri, nei.

Eg eri annars í teirri støðu, at eg fái einki sagt um nakrar filmar filmskvøldið hálvan desember, tí ljóðið, óljóðið, var ein torturur. Veit ikki, hvat bagdi, ljóðið í sjálvum filmunum, ella um Norðurlandahúsið ikki megnar at lata gott ljóð. Ella eri eg bara vorðin ov gamal og noyðist at ansa eftir, at mín tinnitus ikki versnar.

Men eg fekk rætt og slætt ikki hugsavnað meg um myndirnar og søguna í “The predictable life of Sebastian” ella í nøkrum filmi hjá Marionnu og Rannvá. Teir hevði eg viljað sæð uttan óljóð.

Filmar skulu ikki kvalast í gangi.

Og hví vóru nýggjastu íbúðarfilmarnir hjá Katrinu Ottarsdóttur og Hildigunn Eyðfinnsdóttur ikki við hetta kvøldið? Var ætlanin ikki at sýna tað besta, sum er hent í føroyskari filmslist í 2011?

Men “Skýming” hjá Anton Petersen, sum varð tikin av aftur skránni fyri filmskvøldið í 2010, var nú klárur at vísa.

Og hann var verdur at bíða eftir.

Hesin filmurin hevur nógv av tí, sum ger ein film góðan. Hjálmar Dam enn eina ferð sum ein spreingiløðing, sum hvørt sekund kann ganga av.

Filmurin hevur nakrar góðar týpur, sum minna meg á enskar filmar.

Kioskgentan Ella (Bina Svartá), sum er so sannførandi spæld. Ein týpa, sum í øllum, eisini hárliti, er mótsetningur hjá kvinnuni, Hjalmar roynir at liva saman við.

Og Dennis Agerblad dugur hatta við myndum, hugflogið er markleyst og hann hevur humor.

Enn eina ferð, filmslist er ikki fýrverk, jólapynt og farvulada. Filmslist er ein góð søga. Tey, sum gera veruliga filmslist, eru fólk, sum hava eina góða søgu og duga at siga hana. So sára einfalt er tað.