Tað trýtur ikki við valfundum í hesum døgum, nú einans ein vika er til veljarin skal seta sín kross við ein av teimum 169 valevnunum, ið ynskja at koma á ting.
Millum teirra, ið skipa fyri valfundum eru áhugafeløg, ið vóna at teirra hjartamál ikki detta niðurímillum, tá politikarar byrja at lova gull og grønar skógir.
Eitt teirra er MFS, sum í kvøld skipar fyri næsta valfundinum í hesum valstríðnum. Um vikuskiftið var fundur í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn, men nú eru tað lesandi í Føroyum, ið skulu á breddan.
Fundurin hjá MFS verður í Perluni í kvøld, og verða evnini lestrarstuðul og útbygging av Fróðskaparsetrinum.
Umboð fyri politisku flokkarnar fara at greiða frá sínum sjónarmiðum og kjakast, meðan Rógvi Nybo verður orðstýrari.