MFS kjakast um fosturtøku

Fríggjakvøldið 30. mars skipar MFS fyri einum áhugaverdum kjakkvøldið um fosturtøku.

 

Evnið verður lýst úr fleiri ymiskum sjónarhornum við fýra stuttum framløgum og síðani pallborðsfundi.

 

Framløgufólkini og pallborðsluttakararnir eru:

 

Gunhild Isfeldt, lækni og forkvinna í Vísindasiðsemisnevndini. Vísindasiðsemisnevndin viðgerð etik saman við vísind og meta um verkætlanir frá einum etiskum sjónarhorni.

 

Turið Holm, gynækolog og umboð frá Kvinnufelagnum í Havn. Kvinnufelagið í Havn arbeiðir fyri javnstøðu millum kvinnur og menn, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi.

 

Rani Skaalum, umboð fyri Pro Vita Føroyar.

Pro Vita er ein áhugafelagsskapur, ið sjálvi lýsa seg soleiðis: “Pro Vita, ið merkir “fyri lívi”, er ein felagsskapur, ið virkar fyri at verja mannalív, heilt frá gitnaði til natúrligan deyða.

 

Heidi Andreasen frá Aborthjalp.nu. Aborthjalp.nu er eitt tiltak við upplýsing og ráðgeving um fígging av fosturtøkur í Danmark.

 

Sissal Kampman er orðstýrari.

 

Dyrnar lata upp kl. 19.30 og tiltakið byrjar kl. 20.00 30. Mars.