MFS køvir arbeiðshugin

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), ið hevur til endamáls at arbeiða fyri umstøðunum hjá føroyskum lesandi kring heimin, mælir í nýggju yvirlýsingini til, "at lesandi, sum ikki fáa starv eftir loknan lesnað, fáa pening úr ALS".

Hetta er ikki sørt køvandi og óvisionert, tí endamálið hjá einum ungdómsfelagsskapi eigur ikki at vera, hvussu vit fáa best burtur úr ALS, men heldur, hvussu gagnnýta vit útbúgvingina soleiðis, at vit sum samfelag fáa mest burtur úr vitanini.

Royndir
Óvisionera ætlanin er harumframt í andsøgn við eitt annað stig í yvirlýsingini, tí at MFS sigur, at "tað skal gerast lokkandi fyri lesandi, uttanfyri Føroyar, at koma aftur til Føroyar". Tað velst sjálvandi um hugburð og hugmóð, men eg haldi ikki, at tað er serliga sexy ella lokkandi at fara beint upp í ALS, tá ið man er liðugur við loknan lestur. Tá haldi eg heldur, at MFS átti at eggja ungum til at fáa sær dýrabarar royndir í landinum, sum tey nú einaferð búgva í.

So kunnu tey liggja fram við og bíða eftir rætta starvinum.

MFS

Tað er eingin loyna, at Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) hevur stóran týdning fyri lesandi. Tey eru røsk, eldhugað, og so royna tey at betra um lestrarumstøðurnar bæði í Føroyum og aðrastaðni. Hetta prógva tey eisini við tiltakinum "Vitan", ið verður í Norðurlandahúsinum 27. august. Tískil er tað óneyðugt, at ungu fólkini í MFS eggja nýútbúnum lesandi at fara upp í ALS, ístaðin fyri at eggja teimum at fáa neyðugu royndirnar, so at tey eru klár til arbeiðsmarknaðin.

Tað, sum Meginfelag Føroyskra Studenta er í holt við at gera, er at køva um arbeiðshugin hjá komandi ættlarliðnum.



Hanus Samró
Formaður í HUXA og valevni hjá fólkaflokkinum